Eystursjóvartoskurin sperdur

Toskafiskiskapurin í Eystursjónum eigur at verða avmarkaður enn meira, heldur altjóða havgranskingarráðið, ICES, sum mælir til at minka kvoturnar á bæði toski og brislingi næsta ár.

Sum fiskiskapurin eftir toski sær út nú, er hann har vesturi í Eystursjónum meira umfatandi, enn fiskifrøðingar halda vera ráðiligt í longdini.

– Menningin av toskinum í Eystursjónum er órógvandi, tí tilgongdin er minkað og veiðan bara veksur, sigur Max Cardinale frá svenska havgranskingarstovninum.

Hinvegin heldur ICES, at veiðan eftir laksi kann økjast varliga.