Eysturríkski venjarin: Vit mugu spæla við høgari leikferð

Í samrøðu við stóran eysturríkskan miðil letur Franco Foda upp fyri hvussu Eysturríki skal sigra á Føroyum

Tað er ikki heilt so lítil ótti millum eysturríkskar ítróttarmiðlar. Eysturríkar meta seg hava ein torføran dyst móti Føroyum í annaðkvøld, ið teir eiga at kunna vinna, og so hava teir ein sera torføran dyst móti Danmark í Parkini týskvøldið, har tað verður sera torført hjá teimum at fáa stig.

 

Við stóra eysturríkska blaðið "Der Standard" letur eysturíkski landsliðsvenjarin, Franco Foda upp fyri hvussu Eysturríki skal sigra á Føroyum í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum og hevur upptakt frá klokkan 15. 

 

- Sanna støðan er okkum greið. Vit mugu venda vánaligu gongdini hjá okkum av øllum alvi, og vit mugu vinna dystin í annaðkvøld. Bara við sigri hava vit møguleika at vinna okkum víðari, og tað verður okkara uppgávu, sigur Franco Foda við Der Standard, og staðfestir, at tað ger ikki uppgávuna lættari, at talan er um ein graslíkisvøll. 

 

- Vit hava ein hóp, ið kann vinna báðar hesar dystirnar, ið eru fyri framman nú. Vit hava brúk fyri einum stórum hjarta og ein stóran eldhuga, sigur Franco Foda.

 

Um Føroyar sigur Franco Foda: - Teir eru væl skipaðir. Vit mugu spæla við høgari leikferð og flyta bóltin skjótt og koma í millumrúmini.

 

Franco Foda heldur Brand Hendriksson Olsen vera ein góðan spælara, og staðfestir - Allir dystir eru torførir. 

 

Der Standard hevur vónir um, at Eysturríki fær trý stig móti Føroyum, men teir siga seg óttast stórliga fyri dystinum móti Danmark í Parkini komandi týskvøld. 

 

Danmark hevur 18 stig fyri seks dystir. Skotland hevur 11 stig og Ísrael 10 stig. Eysturríki hevur sjey stig, Føroyar hava fýra stig og Moldova hevur eitt stig. Tí er Eysturríki pískað at vinna á Føroyum.

 

Skotland og Ísrael spæla í Glasgow klokkan 17, og Moldova og Danmark spæla í Chisinau klokkan 19.45