Eysturríkski kanslarin á fund við Putin í morgin

Í gjár var eysturríkski kanslarin í ukrainska høvuðsstaðnum, har hann hitti forseta landsins, og í morgin skal kanslarin hitta Vladimir Putin í Moskva.

Eysturríkski kanslarin, Karl Nehammer, fer í morgin til Russlands, har hann skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga, sum vísir til talsfólk hjá eysturrríksku stjórnini. 

 

Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, váttar yvirfyri russisku tíðindastovuni, Zvezda, at fundurin millum leiðararnar báðar verður í morgin.

 

Í gjár var eysturríkski kanslarin í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, har hann hitti forseta landsins, Volodymyr Zelenskyj.

 

Flestu leiðarar í vestanlondum hava havt telefonsamrøður við russiska forsetan, Vladimir Putin, síðan Russland leyp á Ukraina.

 

Men, fundurin millum kanslaran og russiska forsetan verður fyrsti fysiski fundur millum leiðara vestan fyri og Putin síðan hin 24. februar, tá Russland gjørdi innrás í Ukraina.

 

Eysturríkski leiðarin, Karl Nehammer, tók sambært talsmanni sínum sjálvur stig til at fara til Moskva og fyrireikaði fundin við Vladimir Putin, meðan hann vitjaði í Ukraina í gjár.

 

Talsmaðurin sigur, at kanslarin "... vil gera alt, sum kann bera í rætning av friði", sjálvt um hann ásannar, at møguleikarnir eru smáir, veit tíðindastovan NTB at siga.

 

ES-landið Eysturríki er ikki limur í verjusamgonguni, Nato. Stjórnin í Wien hevur eitt nú stuðlað Ukraina við 10.000 hjálmum og 9.000 verndarvestum til sivila nýtslu.