Eysturríki tveir møguleikar og trý mál

Hóast føroyska liðið var sera álopssinnað, so eydnaðist ikki at skora

Talan var um úrslitaligt vónbrot, tá ið Føroyar í kvøld á heimavølli settu punktum fyri hesi HM undankappingini. Eysturríki er á veg til hús við 3-0 sigri. Spenningurin hvarv fullkomuliga miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið Eysturríki eftir lítlari løtu økti frá 1-0 og til 3-0.

Bæði málini vórðu skorað eftir deyðbóltsstøður. Í fyrra førinum var tað eftir horna úr vinstru, og bara ein minutt seinni varð tað 3-0, tá ið brotsspark varð umsett til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tí hann metti, at Fróði Benjaminsen mest sum á baklinjuni hevði rent ein av mótstøðumonnunum um koll.

Føroyska liðið hevði í kvøld bóltin væl meiri, enn tað plagar at hava ímóti stinnari liðum. Fyrsta korterið eftir steðgin spældu føroyingarnir seg til góðar støður, men tað var Eysturríki, sum skoraði málini.

Eftir góðan hugburð og framúr arbeiðsavrik og í løtum hugflogsríkt álopsspæl vóru spælararnir ógvuliga vónbrotnir, tá ið ísraelski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.

-Vit eru vónbrotnir, tí úrslitið gevur ikki røttu myndina av gongdini. Serliga í løtum í 2. hálvleiki fleyt spælið sera væl, og vit spældu okkum til møguleikar. Á hesum støðinum kostar tað nógv at gera mistøk, og tað sóu vit. Sammett við avrikið í Eysturríki, tá vit taptu 6-0, var avrikið í kvøld munandi betri. Men heldur enn 2-2, sum hevði verið meiri rættvíst - eg veit, at tað ljóðar eitt sindur undarligt at siga soleiðis - so taptu vit 3-0, og tað iðra vit okkum yvir, segði Lars Olsen í samrøðu við Rás2.

Hann staðfesti eisini, at spælið er vorðið betri í hesi kappingini, og at setningurin í næstu undankappingini er at fáa avrikini í brotsteigunum báðum at verða betri.

 

 

Føroyar-Eysturríki 0-3 (0-1)

HM undankappingardystur á Tórsvølli týsdagin 14. oktober 2013 kl. 19.45

0-1: Andreas Ivanschitz 17.

0-2: Sebastian Prödl 64.

0-3: David Alaba br 67.

Dómarakvartett úr Ísrael: Liran Liany, Shabtai Nahmias, Oren Borneshtain og Eli Hacmon

3100 áskoðarar

Føroyar: Gunnar Nielsen - Jónas Þór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Christian Lamhauge Holst (Christian R. Mouritsen, 71.), Súni Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 82.), Fróði Benjaminsen, Pól Jóhannus Justinussen –  Hallur Hansson - Páll A. Klettskarð (Klæmint A. Olsen, 74.)

Gult kort: Jóhan Troest Davidsen, Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joesen, Símun Rógvi Hansen, Daniel Udsen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Finnur Justinussen, Heini Vatnsdal, Rói Danielsen

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen

Eysturríki:  Heinz Lindner - Aleksandar Dragovic, Emanuel Pogatetz, Christian Fuchs (Markus Suttner, 72.), Andreas Ivanschitz, David Alaba, Martin Harnik (Marcel Sabitzer, 73.), Sebastian Prödl (Manuel Ortlechner, 81.), Florian Klein, Veli Kavlak, Philipp Hosiner

Gult kort: Aleksandar Dragovic, Emanuel Pogatetz
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 
Robert Almer, Ramazan Özcan, György Garics, Jakob Jantscher,  Andreas Weimann, Zlatko Junuzovic, Julian Baumgartlinger, Christoph Leitgeb, Lukas Hinterser, Manuel Ortlechner
Venjari: Marcel Koller

 

 

LIÐUGT

0-3!

Christian R. Mouritsen roynir seg úr 25 metrum, men bólturin fer við síðuna av málinum.

3 minuttir lagdir aftrat.

90) Eftir gott uppspæl og innlegg frá Christiani R. Mouritsen úr høgru er um reppið, at Jóan Simun Edmundsson skorar, men bólturin verður blokeraður til horna.

Jóan Símun Edmundsson sær gult fyri fríspark mitt á eystrríksku hálvuni.

3100 áskoðarar eru á Tórsvølli í kvøld.

0-3

85) Talan er ivaleyst um mest framrættaðu føroysku uppstillingina nakrantíð. Við skiftingunum er eingin ivi um, at Lars Olsen spennir bogan fyri at pynta um úrslitið, og nú hava tað verið tvær vandamiklar støður, men málverjin bjargar, eftir at Pól Jóhannus Justinussen hevur roynt seg.

 

82) Jóan Símun Edmundsson avloysir Súna Olsen, sum verður klappaður av vøllinum.

79) Eysturríki er vandamikið. Nú brast bólturin í handara sólpan eftir skotroynd úr vinstru. Viljormur Davidsen blokerar næstu royndina.

Í næsta álopi er tað Klæmint A. Olsen sum úr vinstru smekkar til, men bólturin verður blokeraður út til Christian R. Mouritsen, sum akkurát ikki skorar.

 

75) Eftir langt innkast úr høgru frá Jónasi Tór Næs og út frá smekkar Súni Olsen til úr 17 metrum, men bólturin fer dygst omanfyri málið.

74) Klæmint A. Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Páll A. Klettskarð, sum hevur verið ein sannur brandur.

71) Christian R. Mouritsen er komin á vøllin í staðin fyri Christian Lamhauge Holst.

Suttner avloysir Fuchs hjá Eysturríki.

 

67) 0-3: Alaba br 67.

Ísraelski dómarin hevur ikki verið serliga sannførandi, og nú hevur hann dømt brotsspark til Eysturríki, tí hann heldur, at Fróði Benjaminsen hevur koyrt Harnik um koll. Alaba smekkar bóltin upp í nettakið, og fullkomuliga ímóti spælbýtinum og møguleikunum er Eysturríki frammanfyri 3-0.

Dysturin er punkteraður, og tað er avgjørt ikki sambært tí, sum hevur verið at sæð.

 

65) 0-2: Sebastian Prödl 63.

Eftir framúr føroyskt álopsspæl endar kontra til mótstøðuliðið við horna í vinstru, og tá ið bólturin verður lagdur innfyri, er tað Sebastian Prödl, sum er sera leysur, tá ið hann mitt fyri málinum skorar.

 

 

0-1 

60) Eysturríkararnir hava hug at satsa fyri at skora málið, sum ber tryggari leiðslu við sær. Tá ið føroyingarnir samstundis eru sera hugaðir at leypa á, er tað sera undirhaldandi. Tað eru fleiri mál í mildu heystarluftini!

Eftir besta og hugflogsríkasta føroyska álopið roynir Hallur Hansson seg við skoti úr 20 metrum, men bólturin fer omanfyri málið!

 

 

55) Føroyingarnir eru fullir í sjálvsáliti, og trýstið á eysturríkararnar er stórt. Tað er sera tætt millum keturnar í verjuspælinum, og hugflogið er stórt í álopspartinum, har tað oftast eru fleiri, sum blanda seg uppí.

 

50) Føroyingarnir spenna álopsbogan. Viljormur Davidsen leggur væl innfyri, meðan fýra føroyskir spælarar eru í brotsteiginum. Páll A. Klettskarð, sum hevur roynst sera væl í kvøld, vinnur nærdystin í luftini, men ólukkutíð sendir hann bóltin omanfyri málið. Sera hugaligt!

 

46) Føroyingarnir geva bóltin upp, og tað eru bara farin nøkur sekund, tá ið Eysturríki er um reppið at økja um leiðsluna, tá ið Harnik roynir seg úr stuttari fjarstøðu og eitt vet til høgru. Men Viljormur Davidsen blokerar til horna, sum einki spyrst burturúr.

 

---

Spælararnir eru komnir aftur á vøllin. Jónas Tór Næs hevur verið á vøllinum í eina løtu. Tað sær út til, at smeiturin, sum hann fekk dygst undan steðginum, ikki heldur honum frá at halda fram.

Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, sigur við KvF sjónvarpið, at venjararnir eru nøgdir við tað, sum teir hava sæð. Nú ræður um at halda tørn um hesa støðuna í eitt korter, og so fæst at síggja, hvussu tað verður. Tað ræður um at varðveita spenningin.

 

---

 

Spælararnir eru farnir at hvíla seg eftir fyrra hálvleik í fínum fótbóltslíkindum á Tórsvølli.

Støðan er 1-0 til Eysturríki, sum skoraði eftir stórt korter. Føroyski málverjin átti sín part í málinum, tí eftir vandamikið innlegg tóktist hann at hava tak á bóltinum, men so misti hann bóltin,og Andreas Ivanschitz kundi rulla bóltin í tóma málið.

Eysturríki hevur ikki havt aðrar upplagdar málmøguleikar enn tann, sum bar málið við sær.

Føroyska liðið hevur á ongan hátt verið undir serliga stórum trýsti. Í løtum hevur tað borið væl til at samanspæla – eisini á síðsta triðinginum – og eitt nú Súni Olsen, Christian Lamhauge Holst, Páll A. Klettskarð og Pól Jóhannus Justinussen hava verið í góðum støðum, uttan at tað hevur eydnast at skora.

 

-

 

HÁLVLEIKUR

0-1

Jónas Tór Næs liggur skaddur á vøllinum, tá ið dómarin bríkslar fyri hálvleiki.

45) Súni Olsen hevur roynt seg við frísparki úr 30 metrum, men bólturin fór omanfyri tvørtræið.

Aleksander Dragovic hevur sæð gult fyri sera ófantaligt fríspark ímóti Fróða Benjaminsen.

Hallur Hansson sær gult fyri at mótmæla.

 

 

40) Eftir frísparksframlegging frá Súna Olsen, og eftir at Páll A. Klettskarð í fyrstu atløgu hevur vunnið bóltin, smekkar Pól Jóhannus Justinussen til av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til vinstru, men málverjin blokerar til horna, sum einki spyrst burturúr.

Hosiner, sum skoraði tvær ferðir, tá ið Føroyar í mars taptu 6-0 í Eysturríki, hevur havt góðan møguleika eftir uppspæl í vinstru, men hann sendi bóltin flatt framvið handara stólpanum.

 

 

35) Føroyar hava síðstu løtuna verið væl við, men nú hevur Eysturríki svarað aftur, og gestirnir hava verið vandamiklir við tveimum fríspørkum. Í fyrra førinum bjargaði Gunnar Nielsen eftir roynd úr stórari fjarstøðu, og í seinna førinum spurdist einki burturúr eftir innlegg úr vinstru.

 

 

30) Eysturríki hevur yvirtikið alt meiri spæl. Teir varðveita bóltin, meðan teir leita eftir møguleikanum, sum skal bera mál við sær. Higartil hava teir ongan annan møguleika havt enn tann, tá ið teir skoraðu.

Eftir frísparksframlegging var um reppið, at føroyingarnir, sum vóru fleiri í brotsteiginum, fingu skot á, og í næstu løtu sendi Súni Olsen av brotsteigarmarkinum bóltin omanfyri tvørtræið.

27) Christian R. Mouritsen og Jóan Símun Edmundsson eru farnir at hita upp. Einki sæst tó til, at nakar av føroysku spælarunum er skaðaplágaður.

 

25) Føroyar hava havt tvey horna úr høgru. Í seinna førinum fekk Christian Lamhauge Holst á brotsteigarmarkinum skot á bóltin, men málverjin bjargaði.

 

20) Føroyingar á og kring vøllin iðra seg um, at Eysturríki er á odda. Spælbýtið og møguleikarnir hava ikki verið gestunum til fyrimunar, og føroyska liðið megnar væl at samanspæla í tí ferðini, sum er á spælinum.

Jóhan Troest Davidsen sær gula kortið eftir at hava gjørt fríspark. 

17) 0-1: Fuchs 17.

Eftir framlegging gerst liðformaðurin Fuchs púra leysur innanfyri føroysku verjuna. Temjingin miseydnast, men eysturríkarin fær høvi at skora í opið mál, eftir at Gunnar Nielsen hevur totalkiksað og mist bóltin.

 

15) Spælbýtið er nógv javnari, enn tað plagar at vera, tá ið Føroyar spæla ímóti tjóðum, ið eru styrkismettar væl hægri enn Føroyar.

 

12)Føroyar hava havt fyrsta upplagda málmøguleikan. Súni Olsen legði fríspark innfyri úr vinstru, og við handara stólpan var Pól Jóhannus Justinussen akkurát ov seinur  at stýra bóltin í netið við høvdinum.

 

7) Alaba hevur havt gott skot, men Gunnar Nielsen tveitti seg og bjargaði.

Føroyingarnir hava havt gott tak á bóltinum fyrstu løtuna.

1) Veðrið er framúr gott, og hýrurin millum áskoðararnar er góður. Tað er ikki fullsett, men tað eru hampuliga nógvir áskoðarar kring vøllin.

 

Føroyar-Eysturríki kl. 19.45

Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Baldvinsson, Viuljormur Davidsen – Christian Lamhauge Holst, Fróði Benjaminsen, Súni Olsen, Pól Jóhannus Justinussen – Hallur Hansson – Páll A. Klettskarð