Við 28-27 sigri á Eysturríki hevur Spania í kvøld tikið risa stig ímóti hálvfinaluni í EM kappingini í hondbólti.
Sponsku heimsmeistararnir vóru stórfavorittar ímóti Eysturríki, og Spania var alla tíðina frammanfyri. Men tað stóð ógvuliga nógv á, áðrenn sigurin varð veruleiki.
Eysturríkarar vóru treiskir, og tað eydnaðist ongantíð Spania veruliga at sleppa frá mótstøðuliðnum. Seinnapartin av 2. hálvleiki var munurin støðugt tvey og trý mál. Eysturríki vísti góðan hugburð og vilja at sleppa upp í part, og í endaspurtinum tódnaði munurin til bara eitt mál. Eysturríkararnir royndu seg við 3 metra kasti, tá ið tíðin var farin, men tað spurdist einki burturúr, og harvið var Eysturríki sentimetrar frá at megna javnleikin, sum hevði verið størsta sensatiónin í hesum endaspælinum.
Úrslitið ber við sær, at Spania saman við Danmark er stórfavorittur at spæla seg víðari úr miðbólki 1 og í hálvfinaluna.
Klokkan 19.30 í kvøld verður fyrsta bríksl í uppgerðini millum Ungarn og Danmark, sum við sigri tryggjar sær pláss í hálvfinaluni.










