Eysturríki: Putin skal ikki diktera prísin á el í ES

Eysturríki biður ES loysa elprísir frá gassprísum fyri at forða fyri fleiri hækkingum sum úrslit av Ukraina-krígnum.

Russland brennir nógv gass í eini støði í Portovaya – samstunds við, at landið hevur skert munandi um veitingarnar til Evropa. Login sæst úr Finnlandi og her úr Finsku Víkini. - Foto: Stringer/Reuters

Eysturríkski kanslarin, Karn Lehammer, mælir ES til at leggja uppí og steðga methøgu prísunum á streymi.

– Elprísirnir skulu niður, sigur Nehammer í dag.

– Vit kunnu ikki lata Putin gera av hvønn dag, sigur hann við tilsiping til høgu prísirnar á orku.

Eysturríkski kanslarin sigur, at hann fer at taka málið upp á komandi kreppufundi hjá ES um orku.

Nehammer hevur longu tosað við stjórnirnar í tveimum av grannalondunum um støðuna, Týskland og Kekkia. Kekkia hevur ES formansskapin hetta hálvárið.

– Vit verða noydd til at steðga hesum ørskapinum, sum gongur fyri seg nú á orkumarknaðinum, sigur hann.

Elprísirnir í ES rukku hesa vikuna upp á methøgt støði.

Bæði serfrøðingar og politikarar hava ávarað um, at ES stendur fyri einum hørðum vetri av russisku innrásini í Ukraina, og eftir at Russland hevur skorið gassveitingarnar niður til fleiri lond í Evropa.

Í Týsklandi fer stjórnin at skjóta upp fleiri tiltøk fyri at hjálpa teimum borgarum, sum hava trupult við at gjalda hækkandi el-, gass- og hitarokningarnar.

Tað skrivar Süddeutsche Zeitung í dag.

Tær meirútreiðslur, sum týsk orkufeløg hava í sambandi við at finna alternativ til gass, endar hjá brúkaranum.

Í Týsklandi rakkprísurin fyri 1000 kilowatt streym fríggjadagin upp á 995 evrur, meðan hann í Frankaríki ljóðar upp á yvir 1100 evrur. Tað savara til ávikavist 7400 krónur og 8200 krónur.

Sambært tølum frá danska orkustýrinum nýtir ein miðal familja umleiða 4600 kilowatt streym um árið.

Tað fer í Týsklandi at føra til eina árliga elrokning upp á 34.000 krónur, meðan hann í Frankaríki ljóðar upp á slakar 38.000 krónur um árið við núverandi, methøgu prísum.

Fyri at hjálpa týskarum, sum eru fíggjarliga kroystir av hækkandi prísunum, hevur týska stjórnin samtykt tveir hjálparpakkar í ár. Millum teirra er bíligar ferðakort.

Tann triði hjálparpakkin, sum er á veg, fer millum annað at leingja ta skipanina, skilir blaðið.

Harumframt kann koma stuðul til familjur, sum hava lægri inntøku, skilst sambært blaðnum av útkasti til eitt uppskot frá týsku stjórnarflokkunum, SPD og teimum Grønu.

SPD ætlar eisini at hava eitt loft á el- og gassprísunum, men tað fyriliggur enn einki ítrøkiligt uppskot, skrivar Süddeutsche Zeitung sambært Reuters.

/ritzau/AFP

 

Russland brennir nógv gass í eini støði í Portovaya – samstunds við, at landið hevur skert munandi um veitingarnar til Evropa. Login sæst úr Finnlandi og her úr Finsku Víkini. - Foto: Stringer/Reuters