Eysturríki økir eftirlitið

Fyri kortum hevur Eysturríki styrkt sær markið ímóti grannalondunum við píkatráðshegni, men nú verður eftirlitið eisini styrkt.

Eysturríki ynskir at styrkja eftirlitið við markið til grannalondini, áðrenn ein nýggj bylgja við innflytarum kann væntast at koma longu í næsta mánaði (Mynd: Polfoto)

Tað er fyri at forða flóttafólkum og innflytarum at taka seg ólógliga úr Slovenia inn í Eysturríki, at hegn er sett upp við markið, men nú ætla myndugleikarnir í Eysturríki eisini at styrkja eftirlitið við markið.

- Ætlanin er at taka fleiri stig fyri at verja mark okkara. Tað er serliga markið til Italia, vit hugsa um í tí sambandi, sigur eysturríkski samveldiskanslarin, Werner Faymann.

- Vit eru longu í februar, og eg haldi ikki, at vit kunnu lata tíðina bara ganga, tí tað er longu ov seint til, at vit bara kunnu lata standa til, sigur hann.

Við avísina Österreich sigur Werner Faymann, at roknast kann við eini nýggjari bylgju av innflytarum í næsta mánaði, og tí verður neyðugt hjá Eysturríki at tryggja sær mørkini áðrenn tað.

- Seinni koma ráðharrar og onnur at útgreina, hvat tað eru fyri átøk, vit fara at seta í verk fyri at styrkja eftirlitið við markið, sigur Faymann.

Greitt tykist tó at vera, at áðrenn píkatráðshegn verður sett upp við markið til Italia, vil eysturríkska stjórnin síggja, hvussu hegnið við slovenska markið roynist.