Formaðurin í konservativa flokkinum í Eysturríki, ÖVP, Christian Stocker, varð í dag tikin í eið sum nýggjur samveldiskanslari Mynd: Lisa Leutner/Reuters/Ritzau Scanpix

Eysturríki fær nýggjan kanslara – fimm mánaðir eftir valið

Frælsisflokkurin er framvegis í andstøðu, meðan Christian Stocker stendur á odda fyri fyrstu tríflokkastjórnini í Eysturríki í áratíggju.

Formaðurin í konservativa flokkinum í Eysturríki, ÖVP, Christian Stocker, varð í dag tikin í eið sum nýggjur samveldiskanslari Mynd: Lisa Leutner/Reuters/Ritzau Scanpix

Christian Stocker, leiðari í konservativa flokkinum í Eysturríki, ÖVP, varð í dag tikin í eið sum nýggjur samveldiskanslari.

Hósdagin kunngjørdu ÖVP, javnaðarflokkurin SPÖ og liberali Neos, at teir skipa samgongu í Eysturríki.

Tað merkir, at Frælsisflokkurin, sum er ímóti tilflyting, FPÖ, verður verandi í andstøðu.

Høgravendi FPÖ gjørdist størsti flokkur á valinum í september.

FPÖ hevur roynt at skipa stjórn, men tað hevur ikki eydnast at fáa hinar flokkarnar við.

Nú verður tað Stocker, sum stendur á odda fyri fyrstu tríflokkastjórnini, sum Eysturríki hevur havt síðani seinast í 1940-árunum.

Hetta ger enda á longstu bíðitíðini eftir eysturríkskari stjórn síðani seinna heimsbardaga.

 

Ritzau/Reuters

 

 

Formaðurin í konservativa flokkinum í Eysturríki, ÖVP, Christian Stocker, varð í dag tikin í eið sum nýggjur samveldiskanslari Mynd: Lisa Leutner/Reuters/Ritzau Scanpix