Eysturríkarnir lendu ikki í Føroyum í gjár

Landsliðið hjá Eysturríki lendi ikki í Føroyum í gjár, meðan U21-landsliðið hjá Norðurmakedónia slapp ikki avstað

Tað hevur ávirkað tvey landslið, at flogferðslan ikki gekk sum ætlað í gjár. Landsliðið hjá Eysturríki lendi ikki í Føroyum, meðan U21-landsliðið hjá Norðurmakedónia slapp ikki avstað.

 

Eysturríki skuldi upprunaliga lenda í Føroyum í gjárkvøldið, men tað bleiv av ongum vegna ringt veður. Landsliðið hjá Eysturríki lendir í staðin í dag. Av tí sama er landsliðsvenjingin og tíðindafundurin hjá Eysturríki útsettur í ein tíma.

 

Eysturríki skuldi hava tíðindafund klokkan 16.15 og venja klokkan 17. Um alt gongur eftir ætlan verður tíðindafundurin klokkan 17.45 og venjingin verður klokkan 18.30.

 

Sluppu ikki avstað

 

Í gjár spældi føroyska U21-landsliðið javnleik 1-1 móti Norðurmakedónia í Klaksvík. Fleiri hava undrast hví dysturin var klokkan 14 ein vanligan gerandisdag. Orsøkin er, at dysturin skuldi verða á Svangaskarði klokkan 15 og skuldi spælast í dagsljósi.

 

Síðani bleiv dysturin fluttur til Klaksvíkar, men norðurmakedónar vildu ikki broyta dystartíðspunkti, hóast ljósviðurskiftini í Klaksvík gera, at tú kanst spæla seinni á degnum. Orsøkin er, at norðurmakedónar vildu sleppa avstað við flúgvaranum, sum teir høvdu leigað. Hann stóð til at fara stutt eftir dystarenda.

 

Nú endaði alt við, at norðurmakedónar fingu eina nátt eyka í Føroyum.