HM-undankappingardysturin millum Eysturríki og Eysturríki í Wien verður í kvøld klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum. Byrjað verður at senda frá klokkan 19.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
- Teir (Føroyar red.) hava einki at tapa, vit eru stórir favorittar. Við allari virðing fyri mótstøðuliðnum, so mugu vit hava trý stig. Orðini eigur týski landsliðsvenjarin hjá Eysturríki, Franco Foda í samrøðu við stóra eysturríkska blaðið, Der Standard.
- Tað hevði avgjørt verið ein fyrimunur um vit fingu eitt mál tíðliga í dystinum, men fótbóltur er eingin "ynskikonsert", sigur Franco Foda við Der Standard.
Um Føroyar sigur Franco Foda: - Teir spæla kompakt við einari 4-4-2 spæliskipan, men teir royna sanniliga at spæla fótbólt. Føroyar hava seinnu árini ment seg nógv leikliga, og nú hava teir fleiri spælarar sum spæla í øðrum londum.
Franco Foda vil ikki dvølja við minnilliga dystin 12. september í 1990 í Landskrona, tá Føroyar vunnu 1-0: - Eg tími ikki at dvølja við slíkt. Uppgávan hjá mær er at fyrireika hópin best møguligt til hendan dystin, sigur Franco Foda.
Hjá okkum telur tað bara at fáa trý stig, undirstrikar Franco Foda.











