- Vit undirmettu helst Føroyar, og tann ábyrgdin var mín.
- Eg eri komin yvir tað, og havi roynt at vunnið meistaraheiti í fýra ymiskum londum síðani. Eisini var eg aftur eysturríkskur landsliðsvenjari til EM-endaspælið í 2008. Orðini eigur Josef Hickersberger, ið var eysturríkskur landsliðsvenjari 12. september í 1990, tá Eysturríki upplivdi sína størstu fótbóltseyðmýking nakrantíð.
Í dag eru liðin júst 30 ár síðani minniligi dysturin í Landskrona var spældur.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðu við Josef Hickersberger.
Samrøðan var gjørd í FSF-húsinum 14. oktober í 2013. Josef Hickersberger sá Eysturríki vinna ein tryggan 3-0 sigur á Tórsvølli, og tann fyrsta sigurin á Føroyum á útivølli. Í 2008 spældu Føroyar og Eysturríki javnleik 1-1 á Tórsvølli, tá Bogi Løkin tryggjaði okkum eitt kærkomið stig.
Klokkan 15 til 17 í dag verður ein serlig Landskrona-sending á FM1, har prátað verður við ymiskar spælarar og aðrar, ið vóru knýttir at landsliðshópinum í fyrstu undankapping okkara.










