Eysturríki vil ikki endurtaka mistakið hjá Fraklandi

Eysturríki vil tryggja sær eina optimala fyrireiking til HM-undankappingardystin ímóti Føroyum á Tórsvølli leygardagin. Eysturríkskir fjølmiðlar hava skrivað um franska landsliðið, sum royndi at lenda tvær ferðir í Føroyum, og aftaná fyrru royndina máttu ?Les Bleus? flúgva til Noregs. Tá fransmenn royndu at lenda á øðrum sinni eydnaðist tað við neyð og deyð. Thierry Henry var eisini skelkaður, tá Eurosport vísti honum sjónvarpsupptøkur av ófantaligu lendingini. Slíkt vil eysturríkski hópurin tryggjar sær ímóti, og koma teir tí til Føroya í morgin tveir dagar undan HM-undankappingardystinum. Eysturríkski landsliðsspælarin, Marc Janko hevur hugt eftir dystunum hjá Føroyum ímóti Serbia og Rumenia á DVD, og hann sigur, at føroyska landsliðið stendur á vøllinum sum eitt hondbóltslið.