Sum vertsland hevur Eysturríki verið fyri einari sjáldsamari hending. Fýra eysturríkskir fótbóltsfjepparar hava rikið eina heimasíðu síðani 2007, sum hevur havt til endamáls at stríðast fyri, at Eysturríki ikki tekur lut í EM-endaspælinum í egnum landi!
Eysturríki spældi út av lagi illa í venjingardystunum í fjør, og 0-2 tapið til Chile fekk bikarið at flóta yvir hjá viðhaldsfólkunum. Teir fýra fjepparnir upprættaðu heimasíðuna “Österreich zeigt Rückgrat”, sum merkir “Eysturríki hevur rygg”.
-Mátin Eysturríki spælir uppá er eitt stórt fornermilsi ímóti øllum vøkrum fótbóltsspæli, sigur Michael Kriess, sum er ein av teimum fýra stigtakarunum til hesa sjáldsomu heimasíðu.
Higartil hevur tað eydnast teimum at savna 10.000 undirskriftir frá eysturríkarum, sum krevja, at Eysturríki tekur sítt lið úr EM-undankappingini, tí teir eru so vánaligir.
Skandaluvenjarin
Nógvir eysturríkarar geva eisini ilt av sær, at skandaluvenjarin, Joseph Hickersberger valdur til uppgávuna at standa fyri eysturríkska landsliðnum. Eitt úrslit ríður enn Hickersberger og eysturríkarum sum marran, og er tað 1-0 tapið ímóti Føroyum í Landskrona í 1990, Hickersberger segði seg úr starvinum eftir tað tapið. Hickersberger - sum hevur spælt á eysturríkska landsliðnum sjálvur - hevur vant lið í Týsklandi og Eysturríki, umframt at verða landsliðsvenjari hjá Bahrain.
Í 2006 fekk hann aftur møguleikan at venja eysturríkska landsliðið, men tað hevur gingið illa í venjingardystunum. Eysturríki hevur tapt ímóti liðum sum Kanada og Venezuela, og hevur bert fingið javnleik ímóti liðum sum Malta og Costa Rica. Í september í fjør endaði liðið aftast í einari 4-liðskapping, sum var millum Japan, Chile, Sveis og Eysturríki. 6. februar tók Eysturríki ímóti Týskland í Wien, Týskland vann lættliga 3-0 uttan at verða noyddir at stríðast fyri tað. Eysturríki- sum fer at spæla allar dystirnar í bólkaspælinum í Wien – er í bólki saman við Týsklandi, Póllandi og Kroatia.
Eysturríkski málverjin Alex Manninger hevur eina fortíð, sum eykamálverji hjá David Seaman í Arsenal. Aðrir leikarar, sum kunnu venda neiligu gongdini hjá Eysturríki eru 25 ára gamli liðsskiparin Andreas Ivanschitz, sum millum manna verður nevndur “Eysturríkski Beckham”. Ivanschitz, sum spælir við Panathinaikos í Grikkalandi dugir væl at taka fríspørk, og hevur hann eisini nakrar ógvuliga nágreiniligar sendingar til sínar viðleikarar. Györgi Garics spælir í verjuni hjá Napoli í Italia, og hongur eisini nógv á hansara herðum. Men eysturríkarar óttast einum stórum skrædli á heimavølli. Um nakar skuldi gloymt tað, so hava Føroyar spælt ímóti Eysturríki 2 ferðir. Í mi 1991 taptu vit 3-0 í Salzburg, og so var tað hin dysturin!