Eysturríki kemur 11. oktober

Hóast tað gekk striltið, so eydnaðist londunum í bólki sjey at gera av, hvussu spælast skal í komandi HM-undankappingini

Frakland, Rumenia, Serbia, Litava, Eysturríki og Føroyar koma á fundi í Wien leygardagin ásamt um kappingarskránna fyri teirra bólk í undankappingini fram móti heimsmeistaraskapinum í Suðurafrika í 2010.

Av teimum tíggju dystunum, sum eru á skránni hjá Føroyum, verða fýra spældir komandi heyst. Fyrsti dysturin er á útøvlli móti Serbia, áðrenn Føroyar fýra dagar seinni taka ímóti Rumena.

Longu tá lutur varð kastaður, tosaðu tey flestu um, nær dysturin móti Eysturríki mundi standa fyri framman. Og nú er so greitt, at hesin verður tann 11. September. Seinasti dysturin í 2008 verður á útivølli móti Litava.

Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, segði eftir fundin í Wien, at hann var hampuliga væl nøgdur. Ikki minst tí tað eydnaðist føroyingum at sleppa undan at spæla landsdystir í mars ella november. Hartil høvdu føroyingar eitt kraftigt ynski um, at onkur av heimadystunum skuldi spælast í juni mánaði, og tað gekk eisini at enda.


Frakland ræddist

Umboð fyri franska fótbóltslandsliðið noktaðu fyri at koma aftur til Føroya longu næsta ár, og tí verða komandi HM-dystirnir ímóti Fraklandi spældir í 2009

Um vikuskiftið samráddust londini í HM-undankappingarbólki 7 í Wien. Føroyar eru eitt av londunum í bólkinum, og tað er Frakland eisini. Í heyst var franska landsliðið í Føroyum og hevði eina lítið hugaliga ferð við nógvari seinking og harðligari lending.

Á fundinum í Wien um vikuskiftið gjørdu fraklendingar greitt, at teir vildu ikki aftur til Føroya longu næsta ár, og tí verður heimadysturin ímóti Fraklandi ikki spældur fyrr enn í august 2009, og so er at vóna, at fraklendingar hava gloymt seinastu ferðina til Føroya.


Mynd: Føroyar-Frakland

Fronsku heimsstjørnurnar hava ikki gloymt Føroya-ferðina. Somikið stórur var skelkurin, at Frakland ikki vildi til Føroya longu í 2008


Fakta

Dystarskráin hjá føroyska liðnum sær soleiðis út:

6. september 2008: Serbia – Føroyar

10. september 2008: Føroyar – Rumenia

11. oktober 2008: Føroyar – Eysturríki

15. oktober 2008: Litava – Føroyar

10. juni 2009: Føroyar – Serbia

19. august 2009: Føroyar – Frakland

5. september 2009: Eysturríki – Føroyar

9. september 2009: Føroyar – Litava

10. oktober 2009: Frakland – Føroyar

14. oktober 2009: Rumenia – Føroyar