Tann illa lýddi forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, hevur verið fyri hvøssum atfinningum seinastu tíðina, eftir at hann hevur roynt at fáa í gildi lógir, sum skulu gera tað ómøguligt hjá andstøðuni at taka lut í forsetavalinum í næsta mánað. Eisini er komið fram, at viðhaldsfólk hjá forsetanum hava gjørt seg inn á andstøðupolitikarar og skrivstovur hjá andstøðuflokkinum MDC.
Viðurskiftini hava havt við sær, at Bretland hevur sett sínum hernaðarvirkjum forboð fyri at selja Zimbabwe vápn ella aðra herútgerð. Tað hevur ES ikki gjørt, men ES hevur tó lýst støðuna í landinum sera vandamikla.
Tað hevur eftir øllum at døma ikki forðað hernaðarvirkjum í Eysturríki at selja Zimbabwe herútgerð. Eysturríkska blaðið Format skrivaði í gjár, at fyritøkan Steyr Specialfahrzeuge hevur selt Zimbabwe fleiri hernaðarakfør. Sambært blaðnum hava zimbabwisku myndugleikarnir bílagt akførini til eina servanda herdeild, sum skal skipast í sambandi við forsetavalið í mars.










