Í gjár vóru hundraðtals mótmælisfólk savnað við Brenner-skarðið fyri at mótmæla eysturríksku ætlanini um marknaeftirlit, og italienska politiið brúkti táragass ímóti mótmælisfólkunum, sum steinaðu afturímóti.
Tveir politistar fingu snuddir og tíggju mótmælisfólk blivu handtikin, veit AFP-tíðindastovan at siga.
Sambært dagblaðið Corriera della Sera var tað ein anarkistiskur bólkur har norðuri í Italia, sum stóð aftan fyri mótmælistiltakið. Eysturríkska politiið nýttist ikki at leggja uppí, tí tiltakið var italsku megin markið.
Politiskar avleiðingar
Eysturríki hevur gjørt greitt, at hert marknaeftirlit við Brenner-skarðið er partur av einum átakspakka, ið má setast í verk, um ikki Italia ger meira fyri at minka um talið á teimum, ið royna at sleppa inn í Eysturríki.
– Alpina rutan er eitt týðandi portur inn í Eysturríki og samstundis eitt avgerandi samband millum norðara og syðra partin av Europa, sigur ES-nevndarformaðurin, Jean-Claude Juncker, í samrøðu við týska Funke Mediengruppe.
– Hartil kemur, at allar forðingar fyri, at fólk skulu sleppa um Brenner-skarðið, fara ikki bara at hava búskaparligar avleiðingar, men so sanniliga eisini politiskar avleiðinar, sigur hann.