Føroyar hava í kvøld lagt rygg til 3-1 tap í Graz í Eysturríki. Úrslitið var ikki so galið, tá ið havt verður í huga, at føroyska avrikið ikki var serliga sannførandi.
Innskifti Andreas Lava Olsen skoraði føroyska málið, tá ið tað restaðu sjey minuttir.
Serliga í 1. hálvleiki gekk tað av skriðuni hjá føroyingunum, sum ikki vóru nærlagdir og tættir í verjuspælinum, og sum ikki megnaðu at gera seg galdandi í álopsspælinum.
Eftir steðgin var hugburðurin rættur, og tað lívgaði, at Andreas Lava Olsen við sínum stóra skjótleika megnaði at renna frá miðverjuni og senda bóltin framvið málverjanum.
Eysturíki-Føroyar 3-1 (2-0)
Dómari: Marco Borg Malta
1-0: Stefan Maierhofer 1.
2-0: Marc Janko 16.
3-0: Mark Janko br 59.
3-1: Andreas Lava Olsen 83.
Eysturríki: Helge Payer - Aleksandar Dragovic, Franz Schimer, Jurgen Patocka (Manuel Ortlechner, 46.), Christian Fuchs, Yasin Pehlivan, Daniel Beichler (Roman Wallner, 80.) Jakob Jantscher, Stefan Maierhofer (Erwin Hoffer, 61.), Andreas Hoelzl, Marc Janko, liðformaður
Gult kort: Marc Janko, Roman Wallner
Føroyar: Jákup Mikkelsen, liðformaður - Jónas Þór Næs, Atli Gregersen, Egil á Bø, Einar T. Hansen - Bogi Løkin, Fróði Benjaminsen (Jann Ingi Petersen, 81.), Súni Olsen (Levi Hanssen, 68.), Atli Danielsen, Símun Samuelsen - Christian Lamhanuge Holst (Andreas Lava Olsen, 82.).
Gult kort: Einar Hansen, Atli Danielsen, Fróði Benjaminsen, Bogi Løkin
1 min
1-0
Stefan Maierhofi stútar bóltin í málið. Sera stóri maðurin var púra leysur, tá ið hann við høvdinum sendir bóltin í málið.
Eysturríkarar hava lagt stórt trýst á, og tað tykist at skinkla í føroysku miðverjuni.
15 min
2-0
Marc Janko sum út stuttari fjarstøðu og við nærra stólpan setur bóltin í málið eftir gjøgnumbrot í høgru og flatt innlegg.
Tað tykist ganga hampuliga væl at skipa álopsspælið, men í verjupartinum er tað ikki so sannførandi.
45 min
2-0
Avrikið í 1. hálvleiki hevur verið tað lakasta hjá Føroyum, síðani Brian Kerr varð settur sum venjari.
Í verjupartinum eru føroyingarnir ov lítið neyvir og avgjørdir. Í álopspartinum er hugflogið lítið, og á fremsta triðinginum er Christian Lamhauge Holst sera einsamallur.
Tað luktar av, at Brian Kerr fer at skifta út beinanvegin eftir steðgin. Bartal Eliasen, Jákup á Borg og Andreas Lava Olsen hava allir hitað upp í eina løtu.
46.
2-0
Eysturríki hevur skift út. Inn er komin Manuel Ortlech.
Gult kort:
Atli Danielsen
Gult kort:
Fróði Benjaminsen
59 min
3-0
Marc Janko við brotssparki, sum ikki var í familju við brotsspark.
62 min
3-0
Einar T. Hansen gult kort
68 min
3-0
Levi Hansen innskiftur fyri Súna Olsen
Bogi Løkin gult kort.
72 min
3-0
Andreas Lava Olsen innskiftur fyri Christian Lamhauge Holst.
81 min
3-0
Jan Ingi Petersen innskiftur fyri Fróða Benjaminsen.
83 min
3-1!
Innskifti Andreas Lava Olsen rennur frá miðverjuni og potar eitt sindur úr vinstru bóltin framvið málverjanum. Eitt fínt mál! Framleggingina átti Bogi Løkin.