##med2##
Føroyska manslandsliðið er komið til Vien, eftir at hava ferðast úr Moldova hóskvøldið eftir 1-1 javnleikin. Tað er ymiskar meiningar um styrkina hjá Moldova, og um úrslitið var gott. Tað er minni ivi um styrkina, sum føroyska landsliðið rennur seg í í annaðkvøld.
– Eysturríki eru forbiði góðir – fyri at siga tað akkurát sum tað er. Eysturríki er so góðir, sum teir plaga at vera. Vit venda altíð aftur til Landskrona, tá vit vunnu á Eysturríki í 1990, men tá vóru teir eisini góðir, tí teir komu frá HM-endaspælinum í Italia, sigur Áki Johansen, sum er partur av venjaratoyminum hjá landsliðnum.
Sjálvur hevur hann greinað Skotland, sum Føroyar skulu spæla ímóti mikukvøldið, men hevur eisini nakað av vitan um komandi mótstøðuliðið.
– Søguliga er Eysturríki eitt gott lið og flestu av spælarunum koma frá Bundesliguni. Tú sær eisini at tað er eitt sindur RB Leipzig og RedBull Salzburg yvir tí. Tað er knallhart trýst og spæla skjótt við fáum nertingum. Har kunnu vit gott fáa oyrini í maskinuna, um vit ikki eru skarpir. Tað er absolut eitt gott lið, sigur Áki Johansen.
Hoyr samrøðu við Áka Johansen, sum greinar dáta og mótstøðulið hjá landsliðnum, við at trýsta á pílin undir myndini. Dysturin móti Eysturríki verður í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum. Byrjað verður at senda frá klokkan 19.