Góðir peningur er at vinna hjá teimum, sum trúgva uppá, at føroyska fótbóltslandsliðið endurtekur bragdið frá Landskrona í 1990.
Tí veddingarfyritøkurnar hava nærum onga tiltrúgv til, at Føroyar fara at vinna dystin, sum verður spældur í Graz í kvøld.
Danskespil hevur bert odds 1,05 uppá eysturríkskan sigur. Bet365 gevur 1,12, Nordicbet og Centrebet geva bæði 1,15 og Unibet gevur 1,10 til heimasigur.
Oddsini uppá føroyskan sigur eru risahøg. Danskespil gevur 16,0 í odds uppá føroyskan sigur, Centrebet gevur 15,0, Nordicbet gevur 18,0, Bet365 gevur 21,0 og Unibet gevur 22,0.
Oddsini uppá javnleik eru Nordicbet: 6,5.
Centrebet: 6,75. Bet365: 7,50. Danskespil: 7,4. Unibet: 9,0