Michael Konsel:
Málverjin hevði tá just vunnið troyggjuna við 1-talinum frá Klaus Lindenberger, og hesa helt hann fast um gjøgnum eina langa yrkisleið, har hann eisini vardi málið fyri AS Roma og AC Venezia í italsku seriu A. Rekur í dag eitt ítróttar-agentur, har hann first og fremst selur sín egna person til ymisk event. Eisini er hann javnan frammi sum viðmerkjari í eysturríkskum fótbóltssendingum.
Robert Pecl:
Við eyknevndinum Jarnfóturin ella Red Robert var talan um ein hart tacklandi verjuspælara. Hann helt fram í fótbóltinum til 1995, og er í dag sølumaður fyri Diadora.
Michael Streiter:
Verjuspælarin er í dag hjálparvenjari hjá Co Adriaanse í Red Bull Salzburg.
Jürgen Hartmann:
Vinstri bakkurin er í dag aðalskrivari hjá eysturríkska kurvabóltsfelagnum Kapfenberg Bulls. Felagið var í drúgt áramál sterkasta felagið í landinum, og í dag er tað ein støða, sum teir royna at endurvinna.
Kurt Russ:
Hevði eina sera drúgva yrkisleið, har navnabrævið fór um tey 40 árini, áðrenn hann setti gaggurnar. Er í dag hjálparvenjari hjá Kapfenberg í fremstu eysturríksku fótbóltsrøðini.
Heinz Peischl:
Er í dag arbeiðsleysur venjari, eftir at hann annars hevur vant lítla men kenda sveisiska FC Thun, sum eitt skifti var við í Champions League-bólkaspælinum. Peishl kom tó til felagið eftir hetta, og í dag gongst ikki felagnum eins væl.
Manfred Linzmaier:
Miðvallarin starvast í dag sum skóti fyri Red Bull Salzburg, og er tað serliga á suðuramerikanska spælaramarknaðinum, at hann roynir at finna framtíðarinnar spælarar.
Andreas Herzog:
Maðurin við 10-talinum var í fleiri ár playmakari hjá Werder Bremen, og verður roknaður sum ein av bestu spælarunum hjá Eysturríki í nýggjari tíð. Er í dag hjálparvenjari á landsliðnum undir Karel Brückner
Gerhard Rodax:
Ljóshærdi áleyparin, sum í 1990 gjørdi um seg í sponskum fótbólti, er í dag venjari hjá eykaliðnum hjá Admira í triðju bestu deildini. Eigur og rekur eisini eina tennis-miðstøð.
Toni Polster:
Ein tann vandamesti áleyparin í europiskum fótbólti í 90’unum, og hevur tí eitt sera stórt navn í heimlandinum. Er í dag sonevndur Self-promoter, har hann tekur gjald fyri at vera partur av ymsum events. So eitt veruligt arbeiði kann hetta ikki roknast sum.
Andreas Reisinger:
18 ár og 20 kilo seinni er hann venjari hjá eykaliðnum hjá meistarunum úr Rapid. Eykaliðið spælir í triðju bestu deildini í Eysturríki.
Á beinkinum
Peter Pacult, sum nú er venjari hjá meistaraliðnum, Rapid, Gerald Wilfurth, sum er stjóri í lítla felagnum, Winer Neustadt.










