Fótbóltur
12. september 1990 er eins minniligur í Eysturríki, sum dagurin er tað í Føroyum.
Hóast talan uttan nakran sum helst iva var um størstu eyðmýking, sum Eysturríki hevur verið fyri sum fótbóltstjóð, so skerst ikki burtur, at føroyska avrikið í Landskrona eisini fascineraði nógv í Eysturríki. Og í øllum førum syrgdi tað fyri, at Føroyar fyri ævir eru prentaðar á nethinnuna hjá lokalu fótbóltsfjepparunum.
Nú 18 ár seinni stendur Eysturríki fyri løtuni, har ósigurin skal hevnast, og verður hetta á Tórsvølli tann 11. oktober. Og áhugin úr Eysturríki fyri dystinum er eisini heilt stórur. Eysturríkar hava kanska ikki somu siðvenju í landsliðsstuðuli, sum eitt nú skotar hava, men av FSF-skrivstovuni verður sagt, at eini 200 atgongumerki longu eru seld til Eysturríkis.
Hinvegin hevur føroyski áhugin enn ikki verið serliga stórur. Enn eru tó hálv triðja vika til dystin, og føroyingum so líkt, so verður ofta bíðað til í seinastu løtu við at keypa atgongumerki til dystin.