Eysturoyingurin stýrdi øllum

Framúr starturin hevði við sær, at 10?mannafarið, sum næstan var í heimasjógvi, støðugt hevði yvirskotið, sum skuldi til at stýra allari kappingini

10?MANNAFØR

Í rongini á Eysturoyingi situr í ár Sámal Hansen. Hetta er fyrsta árið, at hann situr við stýrisvølin, men hann er ikki hvør sum helst í kappróðrarhøpi. Ikki í Kappróðrarfelagnum NSÍ og ikki í føroyskum kappróðri yvirhøvur. Í NSÍ hevur hann róð í fleiri ár. Eitt nú var hann við Eysturoyinginum, sum vann FM í 1998 og í 1999. Og ikki í føroyskum kappróðri sum heild, tí hann hevur smíðað fram ímóti einari helvt av bátunum, sum eru við í FM kappingini í summar.
Leygardagin høvdu Sámal og hansara bátsfelagar greiðan taktikk, tá ið teir løgdu til fasta startin, sum var fluttur út undir Rókalandið og Saltnes, haðani frá tað skuldi rógvast og kappast inn á Hulk.
? Á norðoyastevnu ætlaðu vit at fáa besta startin. Jógvan Arge helt eisini, at vit høvdu fingið tann besta startin ta ferðina, men vit kendu okkum ongantíð hava tak á tí kappingini. Líkindini vóru ikki góð, og sjálvandi spældi tað inn á avrikið hjá okkum, at ein av manningini datt av bekkinum og niður í bátin og harvið misti eini trý tøk.
Rúni Lamhauge, sum er annar av toftimonnunum á Eysturoyingi, er bátsformaður, og hann upplivdi róðurin leygardagin soleiðis:
? Tá ið skotið varð loyst av, kendu vit beinanvegin, at hetta var okkara dagur. Tá ið vit høvdu róð einar tvey hundrað metrar, vóru vit leysir av hinum bátunum. Tá ið tað so tíðliga eydnast at koma so væl fyri, so er tað so nógv lættari, enn tað er hjá øllum hinum, at rógva teir síðstu átjan hundrað metrarnar. Sámal Hansen er rutineraður, og hann hevði yvirblikkið. Vit fingu alla tíðina boð um, hvussu vit lógu fyri, og hvat gekk fyri seg aftanfyri okkum.
Munurin styttist nakað, tá ið tit komu nærri málinum?
? Vit kendu okkum ongantíð veruliga hóttar. Vit høvdu bæði Havnarbátin og Nólsoyingin innanfyri okkum. Á síðsta teininum styttist munurin nakað. Men vit høvdu yvirskotið at seta eitt sindur eyka á, tá ið teir nærkaðust. At tað eydnaðist okkum at draga frá teimum aftur, tá ið teir løgdu upp til at taka okkum, gav okkum eyka styrki, og eg kann ætla, at tað hinvegin kendist tungt hjá teimum.

Royndir rógvarar
Sámal Hansen er 34 ára gamalur róðursmaður umborð á Eysturoyinginum. Hinir hava allir róð í fleiri ár. Sammett við í fjør eru fýra nýggir komnir umborð, men teir hava allir roynt seg við 10?mannafarinum áður. Miðal aldurin man liggja um 25 ár. Teir flestu eru 23?26 ára gamlir. Roknað frá lærinum og frameftir eru rógvararnir hesir: Bogi Olsen, Tóroddur Vang, Rógvi Poulsen, Benny Vang, Hilmar Sam Lamhauge, Asbjørn Jacobsen, Eyðun Jensen, Lars Abrahamsen, Ludvík Justinussen og Rúni Lamhauge.
? Tað er lagt upp til eitt framúr spennandi kappingarár. Havnarbáturin vísti á norðoyastevnu, hvør dugur er í honum. Hesa ferð var Nólsoyingurin rættuliga knáur. Teir róðu ógvuliga væl, og Vestmenningurin eigur ongantíð at verða avskrivaður. Vit skulu kappast aftur longu leygardagin í Kollafirði, og vit eru rættuliga spentir.
Tað ræður nógv um startin?
? Allir kapprógvarar vita, at starturin hevur alstóran týdning. Men tað kemur meiri enn so fyri, at aðrir bátar vinna, enn teir, sum fáa besta startin. Tað snýr seg um kapping á tvey túsund metrum á Kollafirði.

Tíðirnar:
01Eysturoyingur09:15:03
02Nólsoyingurin09:18:02
03Havnarbáturin09:21:07
04Vestmenningur09:21:09