Tað vóru bara Eysturoyingur og Vestmenningur, sum høvdu boðað frá luttøku hjá 10-mannaførunum á Fjarðastevnu, og tí vóru bara tveir bátar við í hesi kappingini.
Tað var Vestmenningur, sum fekk betru byrjanina- Hann legði seg nakað fram um Eysturoyingin, men leiðslan vardi tó ikki leingi. Lítla løtu seinni hevði Eysturoyingur fingið Vestmenningin aftur, og eftir hetta hugdu teir umborð á Eysturoyingi seg ikki aftur um bak.
Teir fóru fram við Vestmenningi, og støðugt øktu teir um leiðsluna inn eftir fjørðinum.
Vestmenningur royndi at fylgja við, men henda dagin var Eysturoyingur bara nógv sterkari enn Vestmenningur, og tá bátarnir komu á mál vóru heili seks ella sjey bátslongdir á muni millum bátarnar.
Sostatt megnaði Eysturoyingur at vinna fimta sigurin á rað í hesum kappingarárinum.