Eysturoyingur vann B-bólkin og er nú í A-bólkinum

Eysturoyingur hevur vunnið b-bólkin, og hevur nú møguleika at vinna kappróðurin á Scillyoyggjunum

SCHILLYOYGGJARNAR, Jonhard Hammer: Í dag klokkan 12 var kappróðurin í b-bólkinum í kappingini á Schillyoyggjunum, har manningin á 10-mannafarinum Eysturoyingi umboðar Føroyar.


Hendan róðurin vann manningin á Eysturoyingi, og førir tað við sær, at teir nú flyta upp í A-bólkin.


Teir hava nú møguleika at vinna kappingina - og í ringasta føri at gerast nummar 12 av teimum 62 luttakarunum.


Kappróðurin var sera spennandi. Nakað av undanvindi var, og manningin á Eysturoyingi fekk bátin at ganga væl. Móti endanum nærkaðust hinir bátarnir, men manningin á Eysturoyingi gavst ikki á hondum - og tá teir komu um málið, vóru teir hálva bátaslongd framman fyri næstfremsta bátin.


Meira kemur seinni...