Tey flestu mundu helst vænta, at Eysturoyingur fór at vinna enn ein tryggan sigur í næsta róðrinum á árinum á Sundalagsstevnuni. Í fyrsta róðrinum hevði Eysturoyingur tó bert ein bát at kappast við, men til róðurin á Sundalagsstevnu vóru nú tríggir bátar við, eftir at Havnar Róðrarfelag hevði mannað flaggskipið, Havnarbátin.
At Havnarbáturin var mannaður gjørdi tó ikki tann stóra munin. Teir høvdu bert vant einaferð undan Sundalagsstevnuni, og skjótt var greitt, at teir megnaðu ikki at fylgja við henda dagin.
Hinvegin gjørdist Vestmenningur nógv drúgvari enn á Norðoyastevnu. Sjálvt um Eysturoyingur legði seg væl fram um frá byrjan, so høvdu vestmenningar ongan hug at gevast. Teir hingu í Eysturoyingi, og tá tað restaðu 500 metrar, var bert á leið ein bátslongd á muni.
Síðstu løtuna vísti Eysturoyingur tó sína sonnu styrki, og tá teir komu á mál vóru teir tríggjar bátslongdir frammanfyri Vestmenning, men Vestmenningur vísti stóran part av málinum, at teir á einum góðum degi kunnu fylgja rættiliga væl við Eysturoyingi.
Havnarbáturin endaði knøpp 40 sekund aftanfyri Eysturoying á triðja plássi, men teir høvdu neyvan væntað sær eitt serliga gott úrslit í fyrsta róðrinum hjá teimum.