Í gjár, var ársins fimti FM róður á skránni hjá 10-mannaførum. Hesa ferð fór Drekin Reyði heldur óvæntað avstað við sigrinum, eitt sekund frá Eysturoyingi á øðrum plássi, og ikki eingongd hálvt annað sekund frá Havnarbátinum og Orminum Langa á einum deildum triðjaplássið.
- Tað gekk sum so einki galið hjá okkum. Drekin Reyði róði skjótast, og vann hampiliga sannførandi í veruleikanum. Vit lótu hann kanska sleppa ov langt frá okkum, og so vera vit revsaðir, sigur Hans Karl Jacobsen, bátsformaður á Eysturoyingi.
Róðurin í gjár var tann tættasti higartil í ár, og allarhelst tættasti 10-mannafars róður í eitt mannaminni.
- Tað hevur víst seg, at tað ikki altíð eru teir bátarnir beint við síðuna av okkum, sum geva okkum størst kapping, men at tað eins væl kann vera báturin uttast í riðilinum. Á jóansøku var tað Ormurin Langi, og hesa ferð var tað Drekin Reyði. Vit eru noyddir at halda eyga við øllum, tí vit vita, ikki hvar størsta mótstøðan kemur á degnum.
Eysturoyingur skal nú bara gjøgnumføra teir báðar róðrarnar sum eftir eru fyri at tryggja sær FM heitið. Sjey stig er frá fyrsta til annað pláss, og bert seks stig eru at kappast um.
- Málið var at blíva føroyameistari, og hetta hava vit megnað skjótari enn væntað. Nú skulu vit í veruleikanum bara gjøgnumføra róðrarnar, sum eftir eru. Tí er tað nátúrligt at seta sær nýggj mál, fyri at halda motivatiónini.
Tveir FM róðrar eru eftir í ávíkavist Vestmanna og Havn, og málið umborð á Eysturoyingi er greitt.
- Vit hava longu havt fyrstu venjing, og hugurin og samanhaldið er gott umborð. Málið er sjálvandi at vinna teir írestandi róðrarnar, endar Hans Karl.
Støðan hjá 10-mannaførum:
Eysturoyingur - 34 stig
Drekin Reyði - 27 stig
Havnarbáturin - 26 stig
Ormurin Langi – 24 stig
Næsti FM róður verður nú leygardagin á fjarðastevnu 16. juli í Vestmanna, og fyri fyrstu ferð í ár, skal Eysturoyingur ikki rógva við gula VER skeltinum í oddinum.