SCHILLYOYGGJARNAR, Jonhard Hammer: Á World Gig Race ? sum er kappróður á Scilly oyggjunum, ið liggja sunnan fyri Ongland, umboðar 10-mannafarið Eysturoyingur Føroyar.
Hesin kappróður, sum fer fram í serligum bátum, sum ikki líkjast so nógv føroyska bátinum, og higar koma fólk úr nógvum oyggjasamfeløgum.
Lutakaratalið hesaferð var 65, og gjørdist eysturoyingur nr 22. Hetta hevði við sær, at teir komu í b bólkin, og í kappingini har gjørdust teir nummar 7.
Teir á eysturoyingi skulu rógva aftur í dag, sunnudagin, klokkan 12 í b bólkinum. Tveir teir bestu úr hesum róðri koma víðari í a bólkin, og tveir teir niðastu fara niður í c bólkin. Eysturoyingur hevur sostatt framvegis møguleika at koma í a bólkin.
Eysturoyingarnir hava gott mót fyri at gerast millum tveir teir bestu í a bólkinum. Teir hava havt trupulleikar við startinum, og tað er altíð trupult, tá tú hevur nýggjan og øðrvísi bát og árar.
Ró verður 3200 metrar, og lutakarar eru úr Cornwall og av Scillyoyggjunum.
Her á Scilly oyggjunum er veðrið gott - um 20 stig, og alt tað føroyska ferðalagið hevur tað gott.
Við í ferðalagnum eru eini 20 25 føroyingar.