Kappingin hjá 10-mannaførunum hevur ikki verið serliga spennandi í ár, tí Eysturoyingur hevur verið nógv sterkari enn hinir bátarnir. Harafturat hava bert verið tveir og tríggir bátar við til ávikavist Norðoyastevnuna og Sundalagsstevnuna, og tí hevur heldur ikki verið spenningur um næstu plássini.
Jóansøkan bleiv heldur einki undantak í mun til hinar róðrarnar. Tað var aftur Eysturoyingur, sum setti dagsskránna, og longu frá byrjan av løgdu teir seg fram um bæði Vestmenningin og Havnarbátin. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn Havnarbáturin rættiliga dragnaði, men Vestmenningur royndi leingi at fylgja við Eysturoyingi.
At enda mátti báturin úr Vestmanna sleppa, og síðstu 1000 metrarnar økti Eysturoyingur støðugt um munin.
Tá teir komu á mál, vóru teir tvær bátslongdir framman fyri Vestmenningin, sum tó hevur tikið seg nógv fram síðstu tveir róðrarnar. Spurningurin er so, um teir fara at hótta Eysturoyingin ein av komandi róðrunum.