Eysturoyingur einaráðandi

Fýra róðrar og fýra sigrar. Eysturoyingur hevur ikki latið nakran iva vera um, hvør bátur er sterkastur hjá 10-mannaførunum, og á Varmakeldu var aftur meir enn ein bátslongd á muni niður til Vestmenning á øðrum plássi

Gula flaggskipið í Runavík, 10-mannafarið Eysturoyingur, hevur, síðani hann bleiv gjørdur, verið við til at mynda oddin í føroyskum kappróðri. Mest sum á hvørjum ári hevur Eysturoyingur verið við heilt frammi í oddinum, og í so máta er árið í ár einki undantak.

Eysturoyingur hevur vunnið fýra teir fyrstu róðrarnar á árinum, og hvørki Vestmenningur ella Havnarbáturin hava klárað at hótt Eysturoyingin nevnivert. Vestmenningur hevur roynt, men sjálvt um tíðirnar hava verið betri hjá honum, so hava teir tó enn ikki verið heilt tætt við at steðga sigursrøðini hjá Eysturoyingi.

Sannleikin av tí heila er, at Eysturoyingur hevur verið framúrskarandi hjá 10-mannaførunum, og har skal nakað heilt serligt til frá hinum bátunum, fyri at teir skulu hótta flaggskipið hjá runavíkingum.


Betri at vunnið seinastu ferðirnar

Eftir fjórða sigurin í ár á Varmakeldu í Fuglafirði leygardagin fekk Sosialurin eitt prát við bátsformannin á Eysturoyingi, Ludvík við Stein. Hann segði, at manningin á Eysturoyingi var sera glað fyri síðstu sigrarnar.

- Tað er sjálvandi altíð gott at vinna, men síðstu tveir sigrarnir hava verið betur at vunnið. Vit arbeiða nógv við okkum sjálvum, og vit eru sera væl nøgdir við róðurin hjá okkum, sum hann hevur verið tær síðstu ferðirnar, sigur Ludvík.

Fleiri ferðir hevur verið at hoyrt, at kappingin hjá 10-mannaførunum er einki serliga hørð, og at Eysturoyingur ikki fær nakra serliga kapping, men hetta vil Ludvík ikki hoyra talan um.

- Nei, eg eri als ikki samdur, tá fólk siga, at kappingin ikki er stór hjá 10-mannaførunum, tí Vestmenningur rør sera væl. Um aðrir bátar vóru við í kappingini hjá 10-mannaførunum, so ivist eg í, um teir høvdu megnað at komið fram við Vestmenningi.


Gott fólk at taka við

Síðani Eysturoyingur bleiv gjørdur hava úrslitini verið sera góð. Manningarnar hava eisini verið avbera góðar, og tí er ikki so løgið, at Eysturoyingur hevur fingið so góð úrslit.

Tað er tó einki, sum bendir á, at Eysturoyingur ikki verður við at mynda oddin í føroyskari kapprógving næstu árini, tí felagið hevur nógv gott fólk at taka við, tá eldru menninir umborð á Eysturoyingi gevast, sigur Ludvík við Stein.

- Her er nógv gott fólk, sum rør í Runavík. Umborð á eysturoyingi eru fleiri mans, sum hava róð í nógv ár, og sum kanska fara at gevast skjótt, men hetta merkir ikki, at Eysturoyingur ikki fer at blíva við at vera í oddinum. Har eru nevniliga nógvir mans klárir at taka yvir umborð á Eysturoyingi, um nakar skuldi steðga. M.a. hava vit sterkasta 8-mannafarið í landinum í Runavík, tí Heiðabáturin hevur nevniliga eisini vunnið allar sínar róðrar í ár.

Vit spurdu eisini Ludvík, hvussu tað ber til, at bæði 10-mannafarið og 8-mannafarið í Runavík eru so væl fyri

- Tað er sjálvandi hørð venjing, sum liggur aftanfyri góðu úrslitini. Menn umborð á bæði Eysturoyingi og Heiðabátinum eru væl fyri, og vit hava eisini allir vant hart í fleiri mánaðir. Annars kann leggjast afturat, at kendi danski rógvarin, Eskild Ebbesen, sum hevur vunnið tvey gullheiðursmerki á Olympisku leikunum, leggur lag á venjingarnar niðri í Danmark, og hann hevur eisini í samstarv við felagið gjørt venjingarætlan fyri Eysturoyingin og Heiðabátin, sigur Ludvík við Stein.


Støðið er hækkað

Nógv hevur verið tosað um kreppu í føroyskum kappróðri, tí bátatalið til tær ymisku stevnurnar er sera lágt. Frá 39 uppí 44 bátar hava tikið lut á teimum fýra stevnunum, sum higartil hava verið kring landið, og talið er sera lágt, um vit samanbera við undanfarin ár.

Ludvík heldur, at ein av grundunum kann vera, at støðið er so nógv hækkað í føroyskari rógving.

- Støðið er nógv hækkað hjá bátunum sum heild í føroyskum kappróðri. Rógvararnir venja nógv meir, og hetta hevur onkur av eldur rógvarunum, sum eru vanir við at fara í bátin á flaggdegnum, trupult við at góðtaka. Kappróðurin er tó komin har til, at tað er neyðugt at venja so nógv, so skal man vera við, so er man noyddur at góðtaka hetta.

Hann metir tó ikki, at hetta er nøkur kreppa í føroyskum kappróðri. Hann væntar, at áhugin fer at vaksa aftur komandi árini.

- Sum sagt, so er kappróðurin blivin meira seriøsur, og tað er helst eisini skilligt, at onkur av eldru rógvarunum ikki tímir at venja so nógv. Yngru rógvararnir eru tó vanir við, at kappróðurin er so seriøsur sum nú, tí hetta er tað einasta teir hava roynt. So eg rokni við, at um ikki so nógv ár vera øll ung kappróðraráhugaði klár at venja so nógv, sum bátarnar gera í dag, tí hetta er jú tað einasta, sum tey eru von við, sigur Ludvík.


Ikki geva inniróðrinum skyldina

Nógv hava mett, at inniróðurin er ein av grundunum til, at áhugin fyri kappróðri er minkaður júst í ár, men her er Ludvík við Stein ikki samdur.

- Eg haldi faktiskt, at tað er nakað tvætl, at inniróðurin tekur rógvarar frá útíróðrinum, tí bestu innirógvararnir eru at finna á fleiri av bestu bátunum kring landið. Besti innirógvari í lættvekt hjá monnum, Lars Abrahamsen, rør m.a. við Eysturoyingi. Hyggja vit at kvinnunum, so rógva báðir teir bestu innirógvararnir við Ørnini, so eg haldi ikki, at vit skulu geva inniróðrinum skyldina.

Ludvík er greiður í sínum meiningum um føroyskan kappróður, og hann heldur heilt víst, at kappróðurin nokk skal blíva lív lagað í Føroyum aftur. Sum hann sigur, so er tað helst bert ein spurningur um tíð, áðrenn áhugin aftur er vaksandi fyri okkara tjóðarítrótt.