Eysturoyingur bjóðar seg fram aftur

Í morgin, leygardagin 29. desember kl. 15, verður opið hús í neystinum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, sum húsast Niðri á Støð á Glyvrum. Tá fer nevndin at greiða frá ætlanunum, sum hon hevur fyri felagið, og tað er eingin ivi um, at 10-mannafarið Eysturoyingur skal upp í aftur kappingina. Hann vann ógvuliga nógv síðst í níti árunum og fram í fyrsta tíggju ára skeiðið í hesi øldini, men tvey tey seinastu árini hevur verið lítið at sæð til gula bátin.

Nevndin sigur soleiðis:

Felagið búleikast á Glyvrum, felagshúsið er har, men hetta merkir ikki tað, at felagið á nakran hátt hevur nágreinað seg til bara at virka í egnum grannalagi. Nevndin staðfestir, at ítróttaliga upptøkuøkið er óavmarkað og á ongan hátt er tengt at kommunumørkum og øðrum landafrøðiligum avmarkingum.

Leygardagin fer nevndin at greiða frá virkseminum síðani aðalfundin, og um hvørjar ætlanir felagið hevur higani og frameftir. Felagssangur og eitthvørt til ábits verður eisini. Av serligum týdningi er tað, at ungdómar og eldri, sum hava áhuga fyri at rógva í 2013, møta so fjølment sum gjørligt, soleiðis, at endamál felagsins – ítróttin – aftur kemur til heiður og æru.

Í nevndini, sum varð vald 23. mai í ár, eru Eyðun Petersen, formaður, Annika Tórbjarnardóttir, Tórbjørn Jacobsen, Magni Lamhauge og Bjarki Danielsen. Tiltakslimir eru Eiler Lamhauge og Rodmundur Nielsen.