Eysturoyingur bestur í heimasjógvi

Aftur í dag var tað Havnarbáturin, sum var stinnasti avbjóðarin hjá veteranunum á Skálafjørðinum

Tað er gott lag millum heimafólkið, sum heldur stevnu á eystara armi á Skálafjørðinum ídag. Fagnaðurin er øgiligur, nú Eysturoyingur verður drigin á dráttinum og síðani lyftur og lættur av mongu fegnu viðhaldsfólkunum.

 

Fyrr í dag vunnu dreingirnir við Tjaldrinum og vístu harvið, at Kappróðrarfelagið NSÍ av álvara er um at fóta sær aftur eftir nøkur soltin ár.

Eftir sigur bæði í Klaksvík og Hvalvík var Eysturoyingur roknaður at vera favorittur undan kappingini í heimasjógvi, og Eysturoyingur megnaði tað, sum heimafólkið roknaði við.

 

Guli báturin legði seg beinanvegin framum hinar. Fyrstu løtuna var tað Drekin Reyði, sum hevði hug at bjóða av, men so var tað Havnarbáturin, sum bjóðaði av, eftir at hann í startinum datt eitt sindur afturav.

 

Fram ímóti endamálinum var fjarstøðan frá Eysturoyingi og aftur til Havnarbátin ein stór hálv bátslongd, og frá Havnarbátinum og aftur til Drekan Reyða var fjarstøðan umleið tann sama.

Ormurin Langi var aftur í dag aftastur, men tað var minni enn ein hálv bátslongd fram til Drekan Reyða.

 

1 Eysturoyingur  04:33:23

2 Havnarbáturin  04:35:03

3 Drekin Reyði  04:37:08

4 Ormurin Langi  04:38:11