Eysturoyingur bíðar eftir hinum

 

Kappróðrarfelagið NSÍ er tað besta í landinum. Í hvussu so er tá ið tað snýr seg um kappingina millum menninar.

Í dag var eingin ivi, tá ið 10-mannaførini róðu. Eysturoyingur legði seg beinanvegin framum hinar, og hann var fremstur allar 2000 metrarnar.

Spurningurin, um talan kann gerast um kapping, er framvegis ósvaraður. Vestmenningur megnaði í dag at koma á mál eina stóra bátslongd aftanfyri Eysturoying.

Um tað er tí, at vestmenningar eru vornir stinnari, ella um tað er tí teir á Eysturoyingi bíða eftir tættari kapping, ber ikki til at siga. Tað fer kanska at vísa seg á Fjarðastevnu, sum verður næsta vikuskifti.

 

Varmakelda 2007 - 10 mannafør

1 Eysturoyingur 09:06.10

2 Vestmenningur 09:10.04

3 Havnarbáturin 09:27.22

 

Støðan í FM - 10 mannafør

1 Eysturoyingur 28

2 Vestmenningur 20

3 Havnarbáturin 12

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Vestmenningur

2 Eysturoyingur

3 Havnarbáturin