Eysturoyingar í Leikalund

Komandi fríggjadag, 3. september letur upp listaframsýning í Leikalund. Hesuferð eru tað teir báðir eysturoyingarnir Jørgen Olsen og Hilmar Højgaard, sum saman fara at sýna fram

Tíðindaskriv
Leikalund

Myndaevnini til hesa framsýningina eru landslags myndir.
Jørgin Olsen er 37 ára gamal og hevur í fleiri ár fingist við málningalist. Hann hevur verið við á Lions C Eysturoy páskaframsýningum nakrar ferðir og hevur haft framsýning í Gamla handli í Runavík og í hølinum hjá Arbeiðsmannafelagnum Hæddini í Saltangará Jørgen hevur 15 nýggjar málningar við á framsýningini, og eru teir allir akryl málningar
Hilmar Højgaard er 46 ára gamal og hevur somuleiðis í fleiri ár fingist við málningalist. Hann hevur verið við á flestu Lions Club Eysturoy páskaframsýningum. Hann hevur eisini
verið við á Lions Club framsýning á Ólavsøku 2 ferðir. Umframt hesar, hevur Hilmar havt
sjálvstøðugar framsýningar í Gamla handli í Runavík, í hølunum hjá Arbeiðsmanna-
felagnum Hæddini í Saltangará og í Smiðjuni í Lítluvík. Á sumri 2000 og 2003 var Hilmar á skeiði á Listaskúlanum í Holbæk í máling og list. Hilmar hevur 20 nýggjar málningar við á framsýningini, og eru eisini hansara málningar allir akryl.

Framsýningin letur sum nevnt upp fríggjadagin 3. september klokkan 16.00, og eru øll hjartaliga vælkomin at hyggja framvið, síggja framsýningina, fáa ein kaffimunn og heilsa uppá listamenninar. Myndirnar eru til sølu og eru at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadegi til hósdag frá 10 til 17:30, fríggjadag frá 10 til 19:00 og leygardag frá 10 til 13. Framsýningin verður hangandi allan september mánað.
Framsýningin, íð tekur við aftaná framsýningina hjá Hilmari og Jørgini, verður listaframsýning við myndum hjá fuglfirðinginum Heðini Kambsdal.