Á leið ein triðingur av atkvøðunum, sum Tjóðveldi fekk á løgtingsvalinum í 2015 kom úr Eysturoynni og Norðoyggjum. Kortini er eingin av teimum sjey fyrstvaldu løgtingsmonnunum hjá flokkinum haðani. Óluva Klettskarð, einasta umboðið úr økinum, er eykavald.
- Luturin er kortini sjálvvaldur, atkvøðurnar fossaðu úr økinum – vesturyvir og suðuryvir, politiska tyngdin og megin tað sama, skrivar Tórbjørn Jacobsen.
Síðani fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum og formanni í Tjóðveldi, varð lagt fram, hevur fyrrverandi løgtings- og fólkatingslimurin fyri Tjóðveldi givið sína mótstøðu móti uppskotinum til kennar.
Í eini langari viðmerking á Facebook dylur hann ikki fyri, at um samansetingin av tingmanningini hjá Tjóðveldi var øðrvísi, hvør skal siga, vóru færri miðstaðarpolitikkarar og fleiri úr Eysturoynni og Norðoyggjum valdir á ting fyri Tjóðveldi, hevði fiskivinnunýskipanaruppskotið eisini verið øðrvísi.
Tórbjørn Jacobsen sigur at nýskipanin líkist meiri eini politiskari umfordeiling í mun til hvaðani tingmenninir koma frá, uttan iva við tilsipan til tjóðveldistingmenn sum Paula T. Petersen (úr Vestmanna), Ingolf S. Olsen (úr Vágum) og Páll á Reynatúgvu (úr Sandoynni).
- 1.875 av 5.589 atkvøðum rakk til plaseringarnar no. 9, no. 14, no. 15 og no. 18. Økið, sum fyrr var skansin hjá Tjóðveldisflokkinum, skuldi í minsta lagi fingið 2 tingmenn valdar – kanska tríggjar, men fekk kortini ongan, sigur hann. Nr 9, 14, 15 og 18 á listanum eru Óluva Elin Klettskarð, Jóhan Christiansen, Jógvan í Skorini og Sonni á Horni. Sjálvur stillaði hann ikki upp til løgtingsvalið.
Niðurstøðan hjá honum er tó greið, um enn eitt sindur hugtung.
- Vit valdu sjálvi politisku megina og tyngdina frá okkum. Kanska fer onkur at hugsa um tað til eina aðra ferð... Hetta er okkum sjálvum fyri at takka, sum gjørdu ta dáragerð, at lata tjóðveldisatkvøðurnar fossa út úr Landnyrðingsøkinum á løgtingsvalinum 2015, skrivar hann.