Tá kenda sendingin Ridiculousness var á sjónvarpsrásini MTV í gjárkvøldið, var eitt videobrot úr Føroyum at síggja.
Ridiculousness er ein sending, har verturin, Rob Dyrdek, vísir ymisk skemtilig videobrot, sum liggja á Youtube. Eisini plagar hann at hava kend fólk á vitjan í sendingini, sum koma við sínum hugsanum um tey ymsu videobrotini, ið verða víst.
Leygarkvøldið vóru tað teir báðir Wee Man og Preston, sum eru kendir úr Jackass sendingunum, ið vóru gestir hjá Rob Dyrdek.
Ímillum tey skemtiligu videobrotini av fólkum, sum leypa bungy jump, var eisini eitt føroyskt ískot. Talan var um tiltikna videobrotið frá einum polterabend, har stakkals brúðgómurin heldur, at hann skal leypa bungy jump úr fleiri metra hædd.
Hygg eftir brotinum, sum bleiv víst á Ridiculousness her á tíðini 13:20 og síggj alt tað føroyska videobrotið, sum eisini er at finna á Youtube her