Eysturoyingar aftur á stongdar dyr í dag

Hóast landsstýrismaðurin í heilsumálum lovaði, at laboratoriið í Runavík skuldi lata upp í dag, er tað framvegis stongt. Men tað letur upp næsta týsdag

- Vit verða hildin fyri tað turra spott.

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður er rættiliga fortørnaður um tað, sum eysturoyingar hava verið vitnið til seinastu tíðina.

Fyri at spara 40.000 krónur hevur Landsjúkrahúsið gjørt at at stongja laboratoriið tann seinasta ársfjórðingin í ár.

Tinglimir hava ført fram, at landssjúkrahúsið fær hundraðtals milliónir at arbeiða við um árið og at tað tí ikki kann metast øðrvísi enn ein rein provokatión av leiðsluni ímóti politiska myndugleikanum, at laboratoriið í Eysturoy verður stongt fyri at spara 40.000 krónur.

Og politikarar úr fleiri flokkum hava kravt, at Landsstýrismaðurin í heilsumálum rætt og slætt setir leiðsluna á Landssjúkrahúsinum upp á pláss.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, hevur staðfest, at hann visti onki um, at laboratoriið í Runavík skuldi stongjast.

Og á tingfundi mikudagin váttaði hann, at tað skuldi latast upp aftur beinanvegin.

Laboratoriið í Runavík er opið hvønn týsdag, so beinvegin skuldi so verið í dag.

Men aftur í dag er stongt og tað er rættiliga fallið Kára P. Højgaard fyri bróstið.

- Hetta er fullkomiliga ábyrgdarleyst, tí hetta rakar tey eldru og tey veiku, sigur hann.

Aksel V. Johannesen sigur, at hann gav beinanvegin leiðsluni á Landssjúkrahúsinum boð um at lata laboratoriið upp aftur.

Men nú hevur hann fingið at vita frá landssjúkrahúsinum, at vaktarætlanin er longu løgd og at tað ikki bar til at fáa fólk at manna laboratoriið í dag.

Hinvegin er tað greitt, at laboratoriið í Runavík verður opið aftur næsta týsdag