Eysturoyggin føroysk

Líkt er til, at tað bert eru eysturoyingar, sum hava álit á føroysku venjarunum

Bert trý feløg í 1.deild hava føroyskar venjarar í hesum kappingarárinum.

Áhugavert er, at øll hesi feløgini umboða Eysturoynna. (Johan Nielsen venur GÍ, Trygvi Mortensen NSÍ, og Jóannes Jakobsen B68).

Øll hini sjey liðini uttanfyri Eysturoynna hava fremmandar fótbóltsserfrøðingar at stýra spælinum. Tveir jugoslavar (Tomislav Sivic í KÍ og Milan Cimburovic í Sumba), 1 rumena (Ion Geolgau í HB), 1 svia (Pelle Andersson í B36), 1 dana (Per Langvad í B71), 1 pólverja (Krzystof Popczynski í VB) og 1 litava (Kestutis Latoza í FS Vágum).

Og um vit taka tey feløgini, ið hava síni bestu lið í 2.deild, so er støðan akkurat tann sama.

Eysturoyarfeløgini ÍF, LÍF og EB/Streymur brúka føroyingar sum venjarar, meðan hini (TB og Royn) hav útlendskar venjarar!

Fimm venjarar (Johan Nielsen, Trygvi Mortensen, Ion Geolgau, Krzystof Popczynski og Milan Cimburovic) halda fram við somu feløgunum, ið teir vandu í seinnu helvt í kappingini-99.

Tomislav Sivic hevur skift frá B36 til KÍ, Jóannes Jakobsen byrjaði við sínum nýggja liði eftir eitt ár burtur frá fótbólti, og tríggjir útlendingar (Kestutis Latoza, Per Olov Andersson og Per Langvad) royna seg í Føroyum á fyrsta sinni.