Løgmanssteypið
GÍ ella NSÍ verða annað liðið í steypafinaluni ólavsøkudag. Tað varð greitt sunnudagin. GÍ sendi eftir brotssparkskapping FS Vágar úr kappingini, og NSÍ var enn eina ferð omaná ímóti HB. NSÍ og GÍ skulu spæla hálvfinalu ímóti hvørjum øðrum. Harvið er greitt, at í hvussu so er eitt av teimum fimm 1. deildarfeløgunum í Eysturoy verður í finaluni.
Leygardagin varð greitt, at KÍ verður annar parturin í hini hálvfinaluni. KÍ vann á Svangaskarði ímóti B68. Um KÍ skal spæla ímóti EB/Streymi ella B36 er ikki greitt. Fjórðingsfinalan, sum skuldi havt verið á Eiði, varð útsett til í annaðkvøld. Landnyrðingurin stóð so mikið harður inn á Mølina, at tað var ikki mett vera ráðiligt at spæla fótbólt har sunnudagin.
Taktikkurin burtur
Felags fyri allar tríggjar fjórðingsfinalurnar, sum vórðu spældar í Eysturoy í vikuskiftinum, var, at talan var um stóran spenning og rættan steypadramatikk. Vanliga hava steypakappingar altíð verið skornar eftir cup leistinum. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað í einum og sama dysti hevur verið gjørt av, hvat av tveimum liðum hevur megnað at spælt seg víðari í kappingini.
Soleiðis er tað ikki longur í kappingini um løgmanssteypið. Av fleiri skilagóðum orsøkum varð fyri nøkrum árum síðani gjørt av, at kappingin skuldi skipast í bólkar. Bólkaumfarið er gagnligt fyri dystarvenjingina, men spurningurin er, um hálvfinalu umfarið ikki átti at havt verið skipað á sama hátt, sum fjórðingsfinaluumfarið er tað ella næstan á sama hátt.
Í fjórðingsfinaluni er cup skipanin galdandi. Umframt í finaluni er hetta einasta ferðin, at alt verður avgjørt í einum dysti. Tað borgar fyri undirhaldi, serliga um annað liðið skjótt megnar at gera mál.
Í hálvfinaluni verður spælt í tveimum umførum. Ofta hevur tað víst seg, at fyrri dysturin í hálvfinaluni er taktiskur soleiðis at skilja, at liðini leggja nógv størri dent á ikki at tapa heldur enn at royna at vinna. Um tær báðu hálvfinalurnar vórðu avgjørdar ein dag, hevði intensiteturin, sum var í fleiri av fjórðingsfinalunum, ivaleyst verið at sæð aftur.
Í fjórðingsfinaluni eiga liðini, sum hava staðið seg best í bólkaumfarinum, heimavøll. Tað er ein góð skipan. Tað ræður um, at onkrar gularøtur eru at renna eftir í bólkaumfarinum. At tað er ein fyrimunur at eiga heimavøll, vísti NSÍ sunnudagin. GÍ var á heimavølli, tá ið teir spældu seg í hálvfinaluna, og B68 var á heimavølli, tá ið teir taptu fjórðingsfinaluna. Í báðum førum var tað eftir umdyst og brotssparkskapping.
Um hálvfinalurnar vórðu avgjørdar ein og sama leikdag, so hevði tað ivaleyst verið rættast at spælt á uttanveltaðum staði. Í Onglandi verða hálvfinalurnar í FA Cup kappingini spældar á uttanveltaðum vølli. Tað hevði verið rættuliga undirhaldandi at sæð NSÍ og GÍ spælt eina hálvfinalu í onkrum av hinum bygdunum í Eysturoy.
Steypatraditiónin burtur
Tað hevur verið spælt um hetta løgmanssteypið síðani 1999. Higartil hevur KÍ vunnið tað eina ferð, GÍ eina ferð, B36 eina ferð og NSÍ eina ferð. Øll hesi feløgini hava møguleika at vinna steypið aftur í ár.
Merkisvert er tað, at HB enn ikki hevur fingið sítt navn í løgmanssteypið, og at teir hava mist møguleikan at vinna steypið í ár, nú kappingin um hetta steypið verður hálvrunnin. Síðani tað í 1955 varð farið undir steypakapping í Føroyum hevur HB vunnið 25 ferðir. Tað er ongantíð áður komið fyri, at eldra havnarfelagið ikki hevur vunnið steypakappingina fimm ár á rað.
HB heimasíðan veit at siga, at tað síðani 1984 bara eina ferð er komið fyri, at tað liðið, sum á veg ímóti finaluni hevur vunnið á HB, ikki hevur vunnið finaluna. Tað var í 1994, tá ið B71 vann á HB í hálvfinaluni, men tapti finaluna ímóti KÍ. NSÍ hevur framvegis møguleika at staðfesta, at tað er soleiðis, at tann, sum vinnur á metliðnum í steypakappingini, eisini vinnur finaluna.