Í morgin kl. 13.30 verður fyrsta skotið, Streymoyar megin, fyri Eysturoyartunlinum latið av á Hvítanesi. Tað verur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum letur fyrsta skotið av.
Tað boðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar frá í tíðindaskrivi í kvøld.
- Við innkoyringina til Sandvíkarhjalla, fara borgarstjórin í Havn og Henrik Old landsstýrismaður í samferðslumálum, at flyta fram røður. Síðan skjýtur Annika Olsen fyrsta skotið.
- Bussur koyrir av parkeringsøkinum við Hvonn í Tórsgøtu kl 13. Aftaná koyrir bussurin niðan til Dugna, har ein drekkamuður verur at fáa, og omanaftur í býin, tá tiltakið er liðugt, skriva tey í tíðindabrævinum í kvøld.
Byrjað varð at skjóta fyri Eysturoyartunlinum á Strondum 21. februar og nú eru skotnir 210 metrar. Eysturoyatunnilin verður í alt 11,3 km langur og er millum Tórshavn, Strendur og Rókina við Runavík/Toftir. Væntandi verður tunnilin liðugur í 2020.