- Metingarnar hjá Landsverk eru ikki relevantar.
Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, tá ið vit spyrja hann, hví hann ikki hevur tikið upplýsingar frá Landsverki við, tá ið hann svaraði spurningum frá Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen um ætlanina at lata eitt privat felag gera og reka Eysturoyartunnilin.
Eftir at hava gjørt nýggjar útrokningar útfrá feskastu upplýsingunum, metir Landsverk, at skal eitt privat felag byggja og reka Eysturoyartunnilin, fer hann at verða 73 til 116 milliónir dýrari um árið hesi næstu 30 árini, enn tað almenna hevði gjørt hann.
Tilsamans fer ein privatur tunnil sostatt at vera 1,9 til 3 milliardir dýrari enn ein almennur tunnil verður.
Men tá ið Kári P. Højgaard svaraði teimum báðum løgtingsmonnunum um Eysturoyartunnilin, brúkti hann ikki hendan partin av svarinum frá Landsverki.
- Eg haldi ikki , at hetta eru upplýsingar, sum hava týdning í hesum føri og eg haldi eisini, at hetta eru upplýsingar, sum eru óbrúkiligur í hesum føri, sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir sostatt staðiliga aftur, at hetta er at halda týðandi upplýsingum aftur fyri Løgtinginum.
- Eg fekk ein politiskan spurning og eg havi svarað politiskt, sigur hann.
Hann heldur, at tað er meingingsleyst at taka einstakar lutir um prís og rentu burturúr eini heild og tí hevur svarið hjá Landsverki púra ongan týdning.
Skal spurningurin um Eysturoyartunnilin svarast, má hann svarast út frá eini samfelagsligari heildarmynd og sostatt er talan um ein fíggjarligan spurning og ikki ein tekniskan spurning, sum Landsverk skal svarast upp á.
- Fíggjarfrøði er ikki serfrøði hjá landsverki, staðfestir Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at annars eru upplýsingar frá Landsverki brúktur í viðgerðini, men akkurát hesir upplýsingarnir eru sáldaðir frá, tí teir eru týdningarelysir.
- Tað ber ikki til at seta krónur og oyru á tunnilin, og meta um rentur og avkast, uttan samstundis eisini at hugsa um tann vágan, sum tann, ið byggir hann, átekur sær.
- Og tann vágin liggur fyrst og fremst í, hvussu nógvir bilar fara at brúka tunnilin og tað vita vit einki um, fyrrenn tunnilin er tikin brúk, sigur Kári P. Højgaard.