Taka vit hædd fyri tí samlaða samferðslukervinum, er linjuføringin av Eysturoyartunlinum heilt burturvið og brýtur við ta aðalreglu, sum vit áttu at fylgt, um vit høvdu eina tilvitaða ætlan um, hvussu vit leiða ferðsluna í landinum.
Tað heldur Palli Gregoriussen, arkitektur, sum hevur gjørt eina aðra loysn til eina eysturoyarleið.
- Tað er av alstórum týdningi, at vit fylgja eini yvirorðnaðari ætlan fyri ferðsluni, og tað heilt náttúrliga vildi verið at føra ferðsluna úr Klaksvík í Vágar og úr Kollafirði suður til Havnar. Um Eysturoyartunnilin kemur upp norðan fyri Tórshavn, verður ferðslan til flogvøllin førd norðureftir, og tú tyngir Kaldbakstunnilin óneyðuga nógv - hatta er ikki nóg væl gjøgburtur úr vóni og viti, sigur Palli Gregoriussen.
Kemur øllum føroyingum til góðar
Palli Gregoriussen hevur, saman við Fríða Dalsgarð, Munin, gjørt eitt alternativt uppskot til eina eysturoyarleið, sum er bíligari og tryggari. uppskotið leingir um ferðatíðina úr Runavík til Havnar við 9 minuttum, samanborið við aktuella uppskotið, men styttir um leiðina hjá øllum, sum skulu í Vágar til flogvøllin úr Eysturoynni og Norðoyggjum.
- Hetta uppskotið undirbyggir samferðslukervið, sum vit hava í dag. Tað er heilt náttúrligt, at tú brúkar teir landsvegir, sum longu eru, og knýtir aðrar ferðsluæðrar uppí. Í so máta brýtur Eysturoyartunnilin, sum linjuføringin er í dag, við alt vit og skil, sigur Palli Gregoriussen.
- Við at gera ein undirsjóvartunnil frá Toftavatni til Strendur og síðan ein millum Steffanstanga og Todnes, ber til at knýta ferðsluna upp í verandi ferðslustreymin, sum gongur ígjøgnum Kaldbakstunnilin til Havnar.
Fólk úr Klaksvík og Fuglafirði, sum skulu á flogvøllin noyðast ikki inn á Sund fyrst, og soleiðis slepst undan, at ferðslan til flogvøllin skal næstan heilt til Havnar fyrst og so norðureftir gjøgnum Kaldsbakstunnilin. Tí er hetta tann mest nærliggjandi ætlanin, sum tyngir samferðslukervið minst, og sum kemur flestum til góðar. Harftrat er hendan ætlanin nógv bíligari og kann gerast í fýra byggistigum, sigur Palli Gregoriussen.
Bíligari og tryggari loysn
Alternativa uppskotið hjá Palla Gregoriussen kostar í alt 712 milliónir. Nógvir pengar verða spardir í mun til verandi uppskot, tí vegakervið, sum longu er til, verður brúkt í størri mun.
Uppskotið umfatar tveir stuttar undirsjóvartunlar á umleið 4 km ístaðin fyri ein langan tunnil við rundkoyring á uml 11 km.
- Tað er stórur munur á at koyra 11 km undir sjógvi, og at koyra gjøgnum tveir stuttar tunlar. Tað verður fantastiska flott at koyra á leiðini, sum vit skjóta upp. Tú kanst njóta útsýnið móti Eysturoynni. Hin vegin trúgvi eg, at 11 km undir sjógvi kann skapa eitt ávíst sálarligt trýst á summi, sigur Palli Gregoriussen.
Júst hetta við longdini av Eysturoyartunlinum er eisini av stórum týdningi fyri trygdina, og setur heilt onnur krøv til tunnilin, enn til ein tunnil, sum er 4 km. Til dømis, at hann skal hava tvey rør, so tú ikki hevur mótkoyrandi ferðslu. Sosialurin hevur fyrr skrivað um, at hetta hevur fingið eldserfrøðingin Hans Haraldsen at finnast at trygdini í uppskotinum um Eysturoyartunnilin, eins og Landsverk hevur funnist at, at ein rundkoyring ger trygdina vánaligari í tunlinum.










