Tað verður ikki fyrrenn um eini 10 ár, at tað verður koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin, sum privata felagið skal gera.
Tað sæst í uppskotinum, sum Kári P. Højgaard, tingmaður, fer at leggja fyri Løgtingið á ólvavsøku, og har hann fer at biðja um Løgtingið samtykkja, at hann kann gera sáttmála við eitt privat felag um at fíggja, gera, og reka tunnilin.
Annars hevur tað verið alment frammi, at tað skuldi vera koyrandi ígjøgnum tunnilin í 2018, men eftir tí, sum nú liggur í kortunum, verður tað verri enn so.
Í uppskotinum stendur, at privata felagið skal hava gjørt eitt forprojekt til verkætlanina í seinasta lagi 31. Desember í 2018, ella um fimm og eitt hálvt ár.
Tá ið forprojektið er gjørt, skal tað gerast liðugt og tað verður mett at taka minst eitt ár.
Síðani skal tunnilin gerast og tað tekur upp ímóti trimum árum.
Nú uppskotið um tunnilin skal fyri Løgtingið, hava løgtingslimir sett upp á, at teir skulu hava fult innlit í sáttmálan.
Men Kári P. Højgaard sigur, at Tað verður mett gagnligt, at ein avtala um einkarætt ikki er almenn, við tað at hon kann innihalda handilsliga viðkvæmar upplýsingar.
Sostatt er ikki ætlanin, at sáttmálin skal verða almennur.
Kári P. Højgaaard sigur enntá, at avtalan um einkarættin verður ikki almenn, fyrrenn eitt hálvt ár aftaná, at tunnilin er tikin í nýtslu.