Verður Eysturoyartunnilin privatur, fáa samráðingarmenninir hjá danska íløgufelagnum eina risa upphædd í eyka løn.
Danski miðilin, www.business.dk, sigur frá Børsen, at teir fýra menninir, sum stjórna Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, sum ætlar at gera Eysturoyartunnilin, fáa tilsamans 30 milliónir um árið í løn um árið.
Men harafturat koma so serliga viðbøtur fyri avkastið, íløgurnar teir gera, geva av sær.
Danski pensjónsgrunnurin, sum stendur aftanfyri CIP, hevur litið teimum fýra upp í hendurnar at gera íløgur fyri seks milliardir av ognunum hjá grunninum.
Hvussu stórar viðbøturnar eru, verður hildið loyniligt. Men Børsen skrivar, at vanliga eru slíkar viðbøtur 0,5% av tí partinum av avkastinum, sum er omanfyri 8%.
Men so verður lagt afturat, at hóast hetta ljóðar til at vera høg løn, er veruleikin tann, at hetta er ein vánalig løn í fíggingarheiminum, tí vanliga eru lønirnar tvær ferðir so høgar.
Annars skilst, at íløgur í vegir og tunlar var ikki tað, sum lá fremst í huganum hjá CIP, tí teir upplýsa fyri Børsen, at ætlanin er at gera íløgur í orkuútbyggingar, eitt nú vindmyllur, elveiting, vatnveiting og umhvørvisvinarliga elframleiðslu.
Á myndini eru menn á veg á fund í Havn um undirsjóvarunnilin.