-Eysturoyartunnilin skal gerast, fíggjast og rekast eins og Vágatunnilin og Norðoyartunnilin hvørki meira ella minni. Tað heldur Framsókn, sum hevur lagt uppskot fyri tingið um, hvussu flokkurin hevur at koyrast undir sjógv millum Eysturoynna og Suðurstreym.
Prinsipielt er Framsókn fyri at gera ein privatan Eysturoyartunnil. Men fortreytin er, at ein privatur tunnil gerst ein skilabetri íløga enn ein almennur tunnil bæði hvat íløgukostnaði, fíggjarkostnaði og rakstri viðvíkur, heldur flokkurin.
Framsókn metir ikki, at tað sum higartil er upplýst frá landsstýrinum um eina privata verkætlan í sambandi við Eysturoyartunnilin, livir upp til hesa fortreyt.
-Fólkaræðisliga er dulda mannagongdin í sambandi við ætlanina eisini fullkomiliga burturvið, sigur Framsókn og leggur afturat:
-Umráðandi er, at verkætlanin er ein partur av samlaða føroysk samferðslukervinum, at raksturin og vinningurin eru í føroyska samfelagnum, og at føroyskir myndugleikar ikki missa ávirkan og avgerðarrættin á eini so týdningarmiklari farleið í 30 til 50 ár.
Framsókn ætlar, at P/F Eysturoyartunnilin skal fáa 200 milliónir krónur í partapeningi, sum verða játtaðar á fíggjarlógini yvir sjey ár. Íløgan verður afturgoldin eftir sama leisti, sum lógarverkini um ávikavist Vágatunnilin og Norðoyartunnilin fyriskriva.
Lesið meira her: