Eysturoyarliðini kappast

Tað hevur annars verið stórt ivamál, um kappingin yvirhøvur fór at vera. Vøllurin hevur verið fullur av kava mest sum allan februar mánaða, men ruddað hevur verið í vikuni, og nú liggur vøllurin púra kavafríur.

 

Í ár er fyrstu ferð, at júst henda Eysturoyar Kappingin verður hildin, og meiningin er at Eysturoyar Kappingin skal leikast í Fuglafirði hvørt ár áðrenn kappingarbyrjan. Vinnarin av kappingin vinnur eitt ferðasteyp í eitt ár, og tá eitt lið hevur vunnið kappingina 5 ferðir, fær vinnandi liðið steypið til ognar.

 

Liðini, sum eru boðin til Eysturoyar Kappingina 2010 eru ÍF, Víkingur, NSÍ og B68. Øll liðini hava takkað ja til at luttaka.