Tað er lagt upp til eitt brak av einum dysti, tá ÍF og Víkingur bresta saman í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Umframt at talan er um hálvfinaludystir, so er talan eisini eina grannauppgerð, og tað ger ikki dystirnar minni spennandi.
-Vit eru klárir
Ábraham Løkin, venjari hjá íF, sigur í stuttari viðmerking til Sosialin, at hansara menn eru klárir. – Vit taptu jú hálvfinaluna móti Víkingi í fjør, og tað hevur við sær, at vit eru bara enn meira uppsettir, sigur ÍF venjarin.
Spurdur um fuglfirðingar helst vildu sleppa undan at møta grannunum úr Gøtu og Leirvík, svaraði Ábraham, at tað kann gera tað sama. Skulu vit vinna kappingina, ja so skulu vit vinna óansæð hvat mótstøðuliðið er.
-Í so máta gevur tað bara meira brenni á bálið, at tað júst gjørdist Víkingur sum verður mótstøðuliðið, sigur Ábraham Løkin at enda.
Dagsformurin verður avgerandi
Venjarin hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen, metir at tað verður dagsformurin, sum verður avgerandi í hálvfinaluni, tá Víkingur skal leika móti fuglfirðingum.
-Hóast ÍF ikki er nakar “ynski-mótstandari”, so gjørdi tað okkum tað sama, hvørjum vit skuldi leika ímóti í hálvfinaluni, sigur Jógvan Martin, og heldur fram, at liðini sum eru komin í hálvfinaluna eru øll sera sterk. Tískil verða tað truplir dystir óansæð hvørjum vit skuldu møta, sigur Jógvan Martin.
Av tí at øll liðini eru javnt sterk verður tað dagsformurin, sum verður avgerandi, metir Jógvan Martin.
Spurdur um sigurin á ÍF í hálvfinaluni í fjør, hevur við sær at Víkingar hava yvirtakið, sigur venjarin hjá Víkingi, -at tað er trupult at sammeta. Hetta tí fuglfirðingar hava fingið góðan styrk til hetta kappingarárið, meðan vit hava mist nakrar av berandi offensivu leikarunum frá í fjør. Tískil ber ikki til at sammeta støðuna í ár í mun til í fjør, sigur Jógvan Martin Olsen
ÍF leikar heima fyrst
ÍF hevur heimavøll í fyrra hálvfinaludystinum, sum verður leiktur á Fløtugerði hósdagin 20. mai, meðan returdysturin verður leiktur í Sarpugerði týsdagin 8. juni.