Allar vinnufyritøkur og virki í Eysturoy hava aftur møguleika at gerast limur í einum virknum vinnulívsfelag Eysturoyar Vinnulívsfelag varð stovnað í 2002, men virksemið hevur verið sera avmarkað seinastu tvey árini. Á eykaaðalfundi í januar í ár, bleiv nýggj nevnd vald, og avgerð tikin um at fáa eitt meira skipað virksemi í aftur felagið. Í nýggju nevndina komu Rodmundur Nielsen, form., Eyðun Hansen, Regin Jacobsen, Eli Lassen og Jónsvein Knudsen. Eykalimir eru Bergur Poulsen og Haldur Vang.
Nevndin heldur, at tørvur er á einum virknum vinnulívsfelag í Eysturoynni, tí í oynni er nógv og fjølbroytt vinnulív. Endamálið við Eysturoyar Vinnulívsfelag er at geva vinnulívsfólki í oynni høvi at møtast regluliga, og fáa íblástur og stuðul frá hvørjum øðrum.
Ætlanin er at skipa fyri nøkrum árligum tiltøkum fyri limir. Umframt aðalfundin, ið verður hildin á Skála 25. februar, verður skipað fyri einum sonevndum VinnuTingi í mars mánaða. Hetta er eitt forum, har vinnulívsfólk í Eysturoy hittast ein fríggjadag til prát og ein lítlan fyrilestur um eitthvørt viðkomandi aktuelt evni.
Í mai verður árligi Vinnufundurin fyriskipaður, sum hevur verið høvuðstiltakið hjá felagnum, síðan tað varð stovnað í 2002. Vinnufundurin verður skipaður sum ein ráðstevna við nøkrum áhugaverdum fyrilestrahaldarum, sigur felagið í tíðindaskrivi.