Eysturoyar Sjálvstýrisfelag átalar framferðina hjá Kára á Rógvi, tá hann við ráddum huga atkvøddi fyri eini grein 25 nevnd, at síggja til bert við tí endamáli at forða Kára P. Højgaard ávirkan í viðgerðini av fiskidagaskipanini. Eisini heitir felagið á landsnevnd floksins um at taka undir við fiskivinnuuppskotinum, ið fiskivinnubólkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur latið úr hondum. Ein meiriluti – fýra av fimm nevndarlimum - í Norðoya Sjálvstýrisfelag stuðla Eysturoyar Sjálvstýrisfelag í yvirlýsingini
Eysturoyar Sjálvstýrisfelag hevur á fundi í dag viðgjørt politisku støðuna, flokkurin er í, nú tað vísir seg, at floksformaðurin, Kári á Rógvi, opið er í stríði við helmingin av tingmanning sjálvstýrisfloksins, Kára P. Højgaard, sum í góð 10 ár hevur umboðað Sjálvstýrisflokkin á Føroya Løgtingi.
Kári P. Højgaard hevur umboðað flokkin í vinnunevndini alt valskeiðið. Eysturoyar Sjálvstýrisfelag vil tí við hesum boða frá, at felagið átalar framferðarháttin, ið floksformaðurin vísti á Føroya løgtingi, tá hann atkvøddi fyri eini grein 25 nevnd – at síggja til við tí endamáli at frátaka Kára P. Højgaard mandat í vinnunevndini. Eisini harmast felagið um vantandi hegni hjá formanninum at finna semju við Kára P. Højgaard um fiskivinnupolitikkin á tingi.
Eysturoyar Sjálvstýrisfelag vil við hesum boða frá, at felagið er samt um, at seinastu árini hevur fiskivinnan kent alt ov stóran sviða av ymiskum átøkum, so sum niðurskurð av fiskidøgum. Felagið heldur, at nú er tíð uppá at steðga hesum og geva fiskivinnuni frið til at gera egnar tillagingar.
Eysturoyarfelagið stendur einmælt aftan fyri fiskivinnupolitisku áskoðanini hjá Kára P. Højgaard, um at verja húkaflotan, soleiðis sum stevnuskrá floksins eisini sigur.
Eysturoyar sjálvstýrisfelag tekur ikki undir við lógaruppskotinum, um at skerja fiskidagatalið við 10 og 20 prosentum. Heldur vil Eysturoyar felagið hervið heita á tingmanningina um at eftirlýsa eini nærri útgreining av, hvussu nógv fíggjarligt avkast føroyski búðskapurin hevur fingið burtur úr, at fiskidagatalið seinastu árini stigvíst er lækkað. Eisini metir felagið vera alneyðugt at kanna, hvussu landsbúðskapurin fær nóg mikið av inntøkum, um fiskidagarnir verða skerdir.
Somuleiðis vil Eysturoyar Sjálvstýrisfelag heita á landsnevnd Sjálvstýrisfloksins at taka undir við fiskivinnuuppskotinum, ið fiskivinnubólkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur latið úr hondum.
Vegna Eysturoyar Sjálvstýrisfelag
Anfinnur Garðalíð, formaður
Kristina T. Larsen, næstformaður
Ingvard Olsen, nevndarlimur
Jørmund Juul, nevndarlimur
Petur Olivar í Hoyvík, nevndarlimur
Pól Jákup Poulsen, nevndarlimur
Vegna Norðoya Sjálvstýrisfelag
Jógvan Skorheim, formaður
Rúna Sivertsen, skrivari
Sven Dahl, kassameistari
Schumann Hansen, nevndarlimur










