Eysturoyar røktar- og ellisheim 25 ár: »Bróðurhond í trúgv ber miklan bata«

Í februar í ár kundi Eysturoyar ellis- og røktarheim halda sín 25 ára føðingardag

Á føðingardagssamkomuni, sum var ógvuliga hugnalig í allar mátar, kom fram, at longu í 1950 tosaðu fólk við hugsjónum saman við greiðum ætlanum um at fáa bygt eitt ellisheim fyri Eysturoynna. Tíðliga í 1960-unum varð av álvara farið undir at fyrireika hesa ætlan, og hóast tað gekk long tíð, so kann av sonnum sigast, at fyrireikingin var væl úr hondum greidd av teimum fólkum í nærumhvørvinum, sum stóðu á odda, tí tá ið farið varð undir byggingina, vóru allar kommunurnar í Eysturoynni við og vístu sín fíggjarliga stuðul, tá ið heimið stóð liðugt í februar í 1984.

Vit kunnu eisini fegnast um, at tað hevur eydnast at gera tvær útbyggingar, síðan fyrsta byggistig var framt. Hetta er framt í sátt og semju millum lands-, eins væl og kommunalar myndugleikar. Hetta samstarv millum kommunur boðar frá, at tað ber til at fremja stórar og neyðugar verkætlanir í felag, sjálvt um vit ikki hava ovurhonds stórar kommunueindir.

Við stavnhaldinum: ”Bróðurhond í trúgv ber miklan bata”, hevur heimið verið til ríka signing fyri tey, sum hava havt sín bústað har á sjúkra- og ellisárum.

Leiðsla, starvsfólk og lækni hava í øll hesi ár gjørt alt tað, tey eru ment, at gera umstøðurnar so góðar og heimligar sum møguligt. -Øllum tykkum vil eg bera eina hjartans tøkk! Tykkara arbeið kann ikki metast í peningi.

Kommunurnar í Eysturoynni hava av sonnum spent seg út á eldraøkinum. Vit kunnu við gleði fegnast um øll tey nýggju sambýlini í Eysturoynni, sum eru bygd tey seinastu árini. Hetta hevur gjørt, at Eysturoyggin er ein fyrimynd á hesum øki. Eisini á sambýlunum hava dugnalig og kærleiksfull starvsfólk tikið hond um okkara sjúku og eldru, sum hava havt brúk fyri eini hjálpandi hond.

Á henda hátt vil eg ynskja Eysturoyar ellis- og røktarheimi hjartaliga tillukku við 25 ára føðingardegnum við ynskjum um, at stavnhaldið eisini í framtíðini er: ”Bróðurhond í trúgv ber miklan bata”.