Gongutúrur
Nú veturin er av, og várið er farið at halla, fer Eysturoyar Gongufelag aftur at skipa fyri gongutúrum.
Sunnudagin, 10. apríl, sum er komandi sunnudag, skipar felagið fyri gongutúri niðan á Streymnesháls og Sandfelli.
Tey, ið ætla sær túrin saman við Eysturoyar Gongufelag, møtast í Saksunardali sunnudagin klokkan 14.
Miðaltungur túrur
Sagt verður í tíðindaskrivi, at hetta er ein miðaltungur gongutúrur.
Neyðugt er ikki at tekna seg til túrin. Tey, sum ætla sær við, skulu bara at møta upp, áðrenn farið verður til gongu úr Saksunardali.